Skipanin er ov stirvin

Føroyarutan riggar ikki saman við broytta virkisháttinum hjá Maersk Air. Sølu- og marknaðarleiðarin sær lítið í vegin fyri, at eitt annað flogfelag byrjar at flúgva til Føroya

Sum tað stóð at lesa í Sosialinum leygardagin, so er arbeiðið at frígera prísásetingina á Føroya-rutunum sett í verk. Tað verður tó valla í morgin, at føroyingar fara at uppliva ein kollveltandi politikk á flogferðsluøkinum. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í loftferðslumálum, metir, at tað fara at ganga eini tvey ár, áðrenn ætlanin verður veruleiki.
Anna Von Glasow, sølu- og marknaðarleiðari hjá Maersk Air, fjalir ikki útyvir, at stirvna skipanin við prísásetingum á Føroya-rutunum spælir ein stóran, og kanska avgerandi, leiklut í sambandi við avgerðina at gevast at flúgva til Føroya.
- Við verandi skipan ganga tretivu dagar hvørja ferð, vit ætlað at broyta prísin til vit fáa loyvi. Við okkara nýggja bíleggingarhátti riggar hetta ógvuliga illa, sigur Anna Von Glasow.
Hon kann ikki svara fyri vist, um Maersk Air hevði valt at verið verandi um so var, at prísásetingin í Føroyum var sum í ES-londunum, har tað er frítt at áseta prísin frá degi til dags.
Í juni varð Vinnumálaráðið kunnað um eina umsókn, ið danski myndugleikin á økinum, Trafikministeriet, hevði fingið um at loyva flótandi prísáseting í Føroyum. Tað vildi merkt, at flogfeløgini av sínum eintingum kunna bjóða dýrari og bílígari ferðaseðlar ? uttan at venda sær til myndugleikarnar áðrenn. Hendan umsóknin vildi fingið viðmæli frá Vinnumálaráðnum, men hon var ikki liðug viðgjørd, tá Maersk-Air almannakunngjørdi, at felagið gavst at flúgva til Føroya.
Maersk Air nýtir á øðrum rutum eina skipan, tey rópa fyri "Fly as you like", har prísirnir eru ymiskir alt eftir nær tú bíleggur, og hvussu nógv pláss í flogfarinum, tær tørvar.
Tað hevur ljóðað, at Maersk Air hevur sent eina umsókn um nýta sama konsept á Føroya-rutunum sum á øðrum rutum hjá flogfelagnum, men eingin tílík umsókn er send.
- Tað nyttar einki at senda eina tílíka umsókn, tá ið vit framvegis skulu søkja hvørja ferð, vit ynskja at broyta prísin, sigur Anna Von Glasow.

Ber til hjá øðrum
Við drúgvu royndunum, ið Maersk-Air hevur gjørt sær í Føroyum, og sterku støðuni hjá Atlantic Airways millum Føroyar, kann tað lættliga tykjast trupult hjá øðrum flogfeløgum at royna seg á Føroya-rutunum. Men Anna Von Glasow heldur tað vera góðar møguleikar fyri, at eitt annað flogfelag fær áhuga fyri at royna seg á Føroya-rutunum.
- Tað krevur sjálvandi nakrar serligar flúgvarar og vitan. Men tað eiga onnur flogfeløg eisini, og eg kann lættliga ímynda mær, at onnur flogfeløg vildi havt áhuga fyri Føroyum, sigur Anna Von Glasow.
Tann "stutta" flogbreytin í Vágum hevur eisini spælt ein lítlan leiklut í avgerðini, tá ið tað ikki riggar so væl hjá Maersk Air at lenda við teirra størru flogførum í Føroyum.
o Tað er altíð trupult, tá flogbreytin er stutt sum tann í Føroyum. Tað er ein fíggjarligur spurningur fyri eitt flogfelag, tá tú bert kann nýta eitt ella nøkur fá sløg av flogførum at flúgva við, sigur Anna Von Glasow.