Í dag fer tingið undir at viðgera almennu grannskoðaðu roknskapirnar. Signar á Brúnni, fyrrv. landsstýrismaður veit enn ikki, um hann fer at luttaka í orðaskiftinum, nú hann hevur kravt og fingið játtað eina kanning. Men hann vil undan orðaskiftinum fegin koma við nøkrum viðmerkingum til málið, um tað kann vera við til at lýsa málið betur.
Signar á Brúnni sigur, at tá ið hetta málið stingur seg upp, fór umsitingin í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum beinanvegin í gongd við at greiða tað. Men av tí at bæði Sjónvarpið og grannskoðari sjónvarpsins vissaðu tey um, at sjónvarpið ikki fór at koma í gjaldføristrupulleikar fyrr enn í september var ikki farið beinleiðis til Fíggjarnevndina í apríl mánað. Ístaðin varð arbeitt við málinum fyri at fáa greiðu á, hvussu stórur gjaldføristørvurin fór at verða, og álagt varð sjónvarpinum at rapportera um fíggjarligu støðuna mánaðarliga til Undirvísingar- og Mentamálatýrið. Men so knappliga, 15. juli fáa teir at vita, at kassin er tómur, og at peningur ikki er til lønir og rokningar. Frá Fíggjarmálastýrinum fingu teir at vita, at landskassin var bundin av krøvunum móti sjónvarpinum og var tí alt fyri eitt farið undir at gera eitt fíggjarnevndarskjal fyri at útvega sjóvnarpinum gjaldføri. Fíggjarnevndarskjalið varð samtykt á landsstýrisfundi og undirritað av Karsten Hansen og Signar á Brúnni sjálvum. Men í Fíggjarnevndini varð málið tó steðgað.
Signar á Brúnni dylur ikki yvir, at hann var sera hugstoyttur av, at Fíggjarnevndin ikki avgreiddi hetta málið, tí tað var eftir hansara metan alt, sum talaði fyri, at Fíggjarnevndin kundi avgreiða eitt slíkt mál. Talan var jú um eina bráfeingis hjálp, sum Sjónvarp Føroya hevði fyri neyðini, men tað var sum kunnugt avvíst. Fíggjarnevndin mælti ístaðin til at fara í tingið við málinum og har biðja um eina játtan.
Eftir at hava umrøtt tann møguleikan, kom Signar á Brúnni fram til, at tað bar sera illa til at kalla tingið saman seinast í juli til at avgreiða eitt slíkt mál. Tað hevði rætt og slætt tikið so drúgva tíð við at kalla tingið saman og viðgjørt málið, at tað hevði farið út um ta tíðina, sum Undirvísingar- og Mentamálastýrið var bundið av at handla og fáa lønirnar út. Tí varð stig tikið at fara í gjaldførið eftir peninginum.
Allir ráðgevar komu til somu niðurstøðu
-Tað er so vist og sætt, at man gjørdi sær ómetaliga stóran ómak við at kanna, um hetta ikki var tað rætta. Ráðgevar mínir brúktu tíð og orku uppá at kanna málið fyri at vissa seg um, at vit einki stig tóku, sum varð skeivt. Eg fór eisini út um mítt egna stýri fyri at kanna og fáa metingar til málið. M.a. vóru ráðgevar frá Fíggjarmálastýrinum settir til at umrøða málið. Allir vóru samdir um, at hatta var tað rætta at gera.
Signar á Brúnni vísir á, at ráðini frá Fíggjarmálastýrinum vóru tey, at landskassin hevði skyldu til at rinda peningin út til lønir, og tí mátti tað gerast. Annars vísa teir til tað, sum stendur í fylgiskjølunum til fíggjarløgtingslógina fyri 99 um játtanir, eykajáttanir og aðra játtan. Har kemur ein grein, sum eitur nýggjar og broyttar atgerðir í fíggjarárinum, og aktuella málið er í tí fíggjarárinum.
Í tí greinini stendur m.a. um útreiðslur uttan játtan:
?Harumframt kann á sama hátt rindast fyri útreiðslur, sum landið sambart dóm hevur skyldu til at rinda ella um tað má metast sum rættiliga sannlíkt, at landið hevði fingið tað álagt, um málið fór í rættin.?
-Hetta er tann greinin, sum løgfrøðingar hava víst á, at vit hava handlað eftir í sambandi við, at vit eru farnir eftir pengum í gjaldførinum. Allir ráðgevarar vóru púra samdir. Eg kann leggja aftrat, at umframt Fíggjarmálastýrið og okkara egnu ráðgevar, so fekk eg eisini ráðgeving frá serfrøðingum uttan fyri stýrini. Eisini teir komu til somu niðurstøðu, at vit vóru noyddir at gera soleiðis, tá vit vóru komnir í hesa støðu.
Signar á Brúnni greiddi, áðrenn hann tók endaligu avgerðina, øllum landsstýrinum frá, at tað var neyðugt at taka hatta stigið. Sostatt var landsstýrið kunnað um alt málið, og hvat stig fór at verða tikið í málinum. Landsstýrismenninir ásannaðu eisini, at tað var neyðugt at taka hatta stigið.
-Vil tú við tí siga, at um tú er sekur í at hava gjørt nakað skeivt, so eru hinir landsstýrismenninir medsekir?
-Tað kunnu onnur døma um. Eg kann bert siga, at eg kunnaði um hetta málið. Sjálvur havi eg altíð lagt dent á ikki at taka nøkur stig, sum bera bráð av at vera skeiv. Landsstýrið samtykti einki á tí fundinum, men har var eingin í landsstýrinum, sum segði seg at vera ósamdan í tí stigi, sum tikið bleiv. Annars kann eg upplýsa, at vit longu tann 23. juli eisini sendu umsókn um eykajáttin til Fíggjarmálastýrið. Men henda umsókn bleiv ikki løgd fyri tingið fyrr enn í september, og hon varð samtykt í oktober.
Av eini ella aðrari orsøk er hetta málið blást upp í fjølmiðlunum. Hví veit eg ikki. Men týsdagin skal tingið viðgera allar landskassaroknskapirnar, og tá verða eisini onnur líknandi mál viðgjørd.
Signar á Brúnni heldur tað verður áhugavert at hoyra, hvat tingmenn fara at siga um hini málini eisini.
Gevur løgmanni rætt
-Nú málið hevur fingið fylgjur fyri teg, metir tú tá eisini, at tað eigur at fáa fylgjur fyri hinar landsstýrismenninar, sum hava brúkt meira enn játtað er?
-Eg vil í hesum sambandi bara vísa á tað, sum Anfinn Kallsberg, løgmaður sigur við Sosialin leygardagin. Hann sigur, at lógirnar í veruleikanum eru í andsøgn við hvørja aðra. Vit hava eina høvuðslóg, sum er stýrisskipanarlógin, vit hava eina kringvarpslóggávu, vit hava lóg um roknskaparhald, og vit hava játtanarlógir. Har eri eg samdur við løgmann um, at tú kanst handla soleiðis, at tú ger rætt eftir eini lóg men brýtur eina aðra lóg við at handla. Tvs. at skipanin sjálv førir landsstýrismenninar út í eitt óføri. Hetta kann ikki vera rætt. Tí haldi eg eisini, at man átti at hugt skipanina ígjøgnum og fingið serfrøðingar at hugt eftir og kanna hesar andsøgnir og harvið rættað tær, soleiðis at øll skipanin hongur saman. Tað haldi eg allir ásanna.
-Hvat so við kanningini, sum tú kravdi at fáa?
-Eg havi ikki áhuga í at draga nakran annan við mær út á síðulinjuna, har eg standi í løtuni. Men skuldi málið verið orsøk til at givið mær misálit, so vildi eg heldur sjálvur fara út síðulinjuna, meðan tað bleiv kannð. Eg havi so kravt av løgmanni, at eg vil hava málið kannað og at tað verður víst mær á, hvat eg havi gjørt skeivt. Og eg haldi fast um, at eg havi einki skeivt gjørt.
Signar á Brúnni vísir annars á, at tá løgmaður sigur við Sosialin, at hann ikki beinleiðis hevur sagt ja til eina kanning, so er tað ikki beint. -Eg veit ikki um hann er misskiltur. Tí løgmaður segði við meg, at hetta bleiv einki problem.
Signar á Brúnni skilur annars væl løgmann, tá hann sigur í sama viðtali við Sosialin, at hann vil sleppa at lurta eftir orðaskiftinum í tinginum, áðrenn hann endaliga tekur eina støðu í sambandi við kanning ol. Sjálvur heldur hann eisini, at málið átti at verið viðgjørt í tinginum, áðrenn tað bleiv umrøtt og blást upp í fjølmiðlunum.
Tjóðveldisflokkurin tók undir við kanning
-Roknar tú við, at tín egni flokkur, Tjóðveldisflokkurin tekur stig til at fáa eina kanning gjørda, um løgmaður ikki ger ella kann tað.
-Tað veit eg ikki, men flokkurin varð í hvussu so er samdur um, at eg átti at fáa eina kanning, nú eg fór út á síðulinjuna.
-Roknar tú við at fáa starvið sum landsstýrismaður aftur eftir eina kanning?
-Ja, tað var tað sum lá í tí, at eg tók meg aftur. Signar á Brúnni heldur annars ikki, at ein kanning skuldi tikið drúgva tíð, tí málið er so greitt.
-Eg vil ikki hava sitandi á mær, at eg havi gjørt nakað ólógligt. Tað, sum hevur størstan týdning fyri meg, er at verða reinsaður.
-Fer Signar á Brúnni at luttaka í orðaskiftinum á tingi týsdagin?
-Eg eri rættuliga ivingarsamur, hvat er skeivt og rætt. Við tað at eg havi kravt eina kanning og fingið játtan um tað, so er tað kanska ikki rætt av mær at luttaka í orðaskiftinum.