General Motors hava ment eina skipan, ið nevnist OnStar, sum er sera hent í samband við stolnar bilar. Frá einum kommandosentrali ber til at minka um ferðina á einum stolnum bili, fyri at umgangast sonevndar politijaktir, sum ofta føra til álvarsligar ferðsluvanlukkur.
Skipanin finnur sjálv útav hvar tann stolni bilur er staddur, og løgreglan kann via kommandosentralin leita eftir bilinum.
Tá politiið nærkast tí stolna bilinum, kunnu teir geva boð til kommandosentralin um at tendra havaríblunkljósini á bilinum fyri at tryggja sær at tað er tann rætti bilurin teir eru komnir fram á.
Í fyrstu atløgu virkar skipanin bert í USA og Kanada.