Innkrevjingarskipan
Sum tað eisini stendur aðrastaðni á síðuni, so hevur Tryggingarfelagið Føroyar valt at fara undir at krevja inn á ein eitt sindur øðrvís hátt, enn tað kundarnir eru vanir við. Tað er tann núverandi V&T skipanin, sum skal skiftast út við eina nýggja, betri og øðrvísi skipan. Orsakað av, at skipanin ikki er gjørd heilt liðug enn, so eru av fleiri kundunum, hjá í hesum førinum Tryggingarfelagnum Føroyar, noyddir til at gjalda gjøgnum donsku betalings service skipanina.
?Tað var tó ongantíð ætlanin, at skipanin skuldi vera liðug við ársskiftið, sigur Niels Christian Nolsøe. Hann leggur afturat, at tann nýggja skipanin væntandi verður klár í vár, ella í øllum førum fyrsta hálvár í ár. Skipanin fer at eita Gjaldstænastan.
Hetta verður ein føroysk skipan burturav, sum er gjørd í samstarvið millum Elektron og PBS, sum umsitur Betalings Service ella BS, ið tað eisini verður kallað.
FI
?Sum heild er talan um eina skipan, sum vil gera tað munandi lættari hjá øllum pørtum. Talan er um rationalisering av øllum peningakervinum í Føroyum, sigur Niels Christian Nolsøe.
Eitt av teimum nýggju tinginum, sum henda skipanin fer at hava við sær er, at FI- kort ella eitt Felags Ingjaldskort. Hetta minnir um eitt girokort, men er tó tillagað til eina heilt øðrvísi skipan.
Orsøkin til, at tað verður skift yvir til hesa nýggju skipanina er tann, at verandi V&T