Sigmundur veit ikki enn, nær hann fær passið hjá sær aftur. Í næstan fýra mánaðir hevur hann nú bíðað, men hann veit als ikki, hvussu leingi tað kann taka afturat. Heima sitir konan, Anna, og bíðar. Hon veit heldur ikki, nær hon fær at síggja mannin aftur.
Hon hevur tó roynt, tað hon kann, at skunda undir málið. Bæði gjøgnum uttanríkisráðið, politikarar og aðrar vegir. Í Føroyum heldur hon tó ikki fingið tað nógvu hjálpina. Jóannes Eidesgaard hevur tó roynt tann politiska vegin.
Virkar sum mafia
Skipanin her í Reunion er heilt øðrvísi enn tað, vit kenna til. Vit vóru 25 mans við Explorer, tá ið vit vóru tiknir. Men bara teir báðir frá Mauritius vóru rættiliga avhoyrdir. Teir vóru eisini pressaðir, undir avhoyringini.
Men hvat vit 23 aðrir umborð høvdu at siga, varð ikki lurtað eftir. Sjálvur havi eg bara verið til avhoyringar í minni enn ein tíma tilsaman. Og teir, sum avhoyra og eisini dómarin, kenna einki til umstøðurnar á sjónum.
Teir hava ongantíð sjálvir pissað í saltvatn, og vita tí ikki, hvat teir tosa um.
Skipanin her á Reunion her er heilt út av lagi. Tað eru tvey reiðarí, sum stýra øllum. Tey leggja trýst á og fáa sítt ígjøgnum. Tað virkar sum rein mafia. Hægstu myndugleikarnir eru franskir, og teir leggja einki lag í demokratisku skipanina. Teir hugsa bara um sítt egna, sigur Sigmundur.
Hinir, sum vóru við Explorer, sluppu avstað aftur rættiliga skjótt. Tað er reiðaríði og skiparan, sum teir vilja hava eftir.
Eg veit ikki enn, hvussu leigi tað gongur, til eg fái passið aftur, men fyri mær at síggja hendir næstan einki í málinum, sigur Sigmundur.
Passið var eisini tikið frá einum spanióla, og hann hevur nú verið uttan pass í útvið fimm mánaðir. Heldur ikki hann veit nakað enn, nær hann fær passið aftur.
Vit gera,
tað vit kunnu
Arbeitt verður frá ymiskum síðum at loysa málið. Í danska uttanríkisráðnum arbeiða tey eisini við málinum.
Vit royna at gera alt, sum er møguligt, fyri at loysa málið, og vóna at tað fer at ganga skjótt, sigur Ninna Jaquet frá uttanríkisráðnum.
Saman við uttanríkisráðnum arbeiðir eisini danska ambasadan í Paris og advokaturin hjá Sigmundi fyri at loysa málið.
Eru aðrir føroyingar tiknir?
Síðstu dagarnar hevur ljóðað, at eitt annað skip, har eisini føroyingar sigla við, er tikið í Indiska Havinum. Ikki hevur eydnast at fáa tíðindini váttað. Hinvegin eru tey heldur ikki avsannað.
Í uttanríkisráðnum kendu tey einki til nakað nýtt mál, men søgdu samstundis, at tað kann ganga lang tíð, áðrenn boðini koma fram.
Sosialurin hevur verið í samband við Golden Star (fyrrverandi Cindy), har sjey føroyingar eru umborð.
Her umborð kenna vit einki til, at nakað annað skip skal verða tikið, sigur skiparin, Holgar Johansen úr Vestmanna.
Men økið, her fiskað verður er ógvuliga stórt, og vit hava tí ikki samband við nógvar aðrar bátar.
Teir vita kortini um, at føroyingar eru við øðrum bátum, sum fiska á hesum leiðum.
Sigmundur Andreasen hevur sjálvur eisini hoyrt gram um, at okkurt skip skal vera tikið afturat, men hann hevur heldur ikki fingið tíðindini váttað.