Fakfelagið hjá manningini á Danica White fer at melda skiparan, tí hann hugsaði meiri um fíggjarviðurskiftini hjá reiðarínum enn manningina Í samrøðu við sjónvarpið mánakvøldið segði Niels Nielsen, skipari á Danica White, at hann hevði játtað reiðarínum at toyggja samráðingarnar um loysigjaldið, um reiðaríið so kundi spara eina millión dollarar.
Skiparin heldur ikki, at hann gjørdi nakað skeivt, men fakfelagið hjá manningini sigur, at tað fer at melda skiparan, tí hann legði størri dent á fíggjarviðurskiftini hjá reiðarínum enn trygdina hjá manningini.
-Skiparin skal ikki taka sær av fíggjarstøðuni hjá reiðarínum. Hann skal hugsa um manningina, sigur sjómannadeildin hjá fakfelagnum 3F.
Manningin á Danica White vóru gíslar hjá somaliskum sjórænarum í 83 dagar.