Skiparin seksti ár yngri enn "dekkarin"

- Guð viti, hvat Marius Dam, lækni, hevur sagt, tá ið 86 ára gamli, Eivind Gudmundsen, kom inn á gólvið at biðja um læknakanning og Bláu bók, spyr skiparin á Finni Fríða, Bogi Jacobsen, sum er seksti ár yngri enn elsti "dekkarin" hann hevur verið saman við

Sjólív

Skipari á Finni Fríða, meðan 86 ára gamli Eivind Gudmundsen var umborð, var 26 ára gamli, Bogi Jacobsen, sonur Jákup Jacobsen, reiðara, sum eisini verður róptur Dunga-Jákup.
- Eivind, sum hevur siglt eitt langt lív, hevur leingi tosað um at sleppa við okkum ein svartkjaftatúr. Sum hann sjálvur segði, ynskti hann at sleppa at royna hetta, áðrenn hann fer í grøvina.
Bogi sigur, at teir vóru í Íslandi á lodnuveiði og skuldu ein túr aftrat á lodnuveiði í hesum umfari.
- Alt bendi á, at Saksaberg, sum skuldi koma úr Føroyum og yvir til Íslands, bleiv inni í Vestmannaoyggjunum um somu tíð, sum vit vóru inni. Tí hildu vit vera best, um Eivind kom yvir við Saksabergi. Hann hevði annars tosað um at koma yvir við flogfari.
Eivind fór umborð á Saksaberg í Havn, og teir fingu ein ringan túr yvir til Íslands.
- Eg tosaði við skiparan á Saksabergi. Hann segði, at skipið ongantíð hevði rullað so illa áður. So, her hevur verið ringt veður á leiðini millum londini. Ferðin yvir til Íslands tók stívliga eitt samdøgur.
Bogi sigur, at tá ið Eivind kom av Saksabergi hendan dagin í Vestmannaoyggjunum, helt hann fyri, at túrurin yvir mundi gjørt enda á sær.
- Eg trúði, eg sigldi av á veg yvir, segði hann.
Tað hevði rullað ógvuliga illa, skipið stoytti hart, og nógvur larmur hevði verið umborð.

Bláa bók
Skiparin á Finni Fríða sigur, at teir ynsktu helst, at Eivind fekk sær Bláu bók, áðrenn hann kom umborð, og hesa fekk hann hjá Mariusi Dam, kommunulækna.
- Hetta var ikki neyðugt, men vit hildu tað vera best, at læknin metti um heilsuna, so hvørki Eivind sjálvur ella vit tóku okkum nøkur óróð fyri.
Og Bogi heldur fram:
- Guð viti, hvat Marius Dam hevur sagt, tá ið 86 ára gamli kom inn á gólvið at biðja um læknakanning og Bláu bók!
Tað var eingin trupulleiki hjá Eivindi at fáa Bláu bók, men viðmerkt varð, at hann skuldi ikki arbeiða nakað umborð og ikki hava útkikk.
Tá ið Eivind var komin í land í Vestmannaoyggjunum, bjóðaði gamli venjarin hjá GÍ, Gisli, manningini á Finni Fríða ein túr runt í oyggjunum, og Eivind var eisini við á hesi rundferðini, sum vardi umleið hálvan annan tíma.
- Jú, Eivind var væl fyri, og hýrurin var góður, sigur Bogi.

Á lodnuveiði
Skiparin sigur, at tá ið teir loystu við Finni Fríða í oyggjunum, fóru teir nakað vestur frá, tætt inn ímóti íslendska meginlandinum, har skipini vóru.
- Vit royndu í stívliga hálvt annað samdøgur og fingu 1800 tons av lodnu, sum vit landaðu til matna í Faskrudsfjørðinum.
Av Íslands-leiðini fór Finnur Fríði suður í altjóða sjógv at royna eftir svartkjafti.
- Vit royndu í ein útsynning úr Rock All og einar 280 fjórðingar vestur úr Írlandi.
Bogi sigur, at teir høvdu ikki rokfiskiskap, men eftir stívliga trimum samdøgrum høvdu teir fult skip, eini 2500 tons.
- Tað eina av hálunum fingu vit 400 tons, leggur hann aftrat.
Skiparin sigur, at teir høvdu fínasta veður heilt frá tí, at Eivind kom umborð, til teir vóru á veg heim av Rock All-leiðini.
- Nú vit nærkaðust Føroyum, høvdu vit nokso nógvan vind inn á bakborðsbógv, upp í einar 30 m/sek., men tað vísti seg slett ikki at nerva Eivind.

Betur og betur
Bogi heldur, at tað gekk bara betri og betri fyri hvønn dagin, hann var umborð.
- Eivind, sum hevur skift bæði knøini, segði, at tað hevur verið ein fyritøka hjá sær bara at fara niður í kjallaran heima við hús. Umborð á Finni Fríða hevði hann kamarið hjá 1. stýrimanni, sum er á hæddini beint undir brúnni og messan er á hæddini niðanfyri. So, Eivind "húsaðist" beint millum brúgv og messu, og hetta riggaði bara heilt væl.
Skiparin sigur, at tað gekk sera væl hjá Eivindi at ganga ímillum, og á túrinum var hann heilt niðri í maskinrúminum, har hann, sum sjálvur hevur verið maskinmeistari alt sítt arbeiðslív, hevði stóran áhuga fyri øllum tí, sum har var at síggja, bæði stórum og smáum.
- Jú, tað hevur verið virkuliga áhugavert at hava Eivind saman við okkum hesar umleið 10 dagarnar. Nógv hevur verið sagt, og nógv hevur verið prátað, sigur Bogi Jacobsen.