Skiparin á slupp

Kári á Rógvi, løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins

Løgmaður avdúkaði á nýggjárinum, at hann í hugburði er frá eini farnari tíð. Hann gloymdi alla tænastuvinnu, almenna geiran, innlendska útbúgving og nýmenning.
Á nýggjárinum hittust fólk sum vænt at skemta sær, men løgin var kenslan hjá handverkarum, pedagogum, frisørum, sjúkrafrøðingum, ráðgevum og sera mongum øðrum, at løgmaður fyrr um kvøldið hevði kunngjørt, at “vit útflyta so at siga alt, vit framleiða, og innflyta nærum alt, vit brúka.”
Sambært hansara egnu hagstovu, framleiddu føroyingar fyri góðar 22 milliardir í 2007 – og útfluttu vørur framleiddar í Føroyum fyri knappar 4. “So at siga alt” er bara knappliga 2/11 rætt. Vit føroyingar framleiða so ómetaliga nógv annað enn útflutningsvørur. Tíbetur! Vit framleiða útbúgving, røkt, trygging, fígging, ráðgeving, umvæling, bygging, túsundtals ymsar tænastur og vørur til innlendis brúk. Útflutningsvinnan var prísgivin um ikki innlendis framleiðsla av rávøru, flutningi, tøkni og mongum øðrum var tøk sum fortreyt hennara. Ongin tímdi heldur at starvast í útflutningsvinnu í Føroyum, um ikki fólk og mentan vóru her at gera lívið vert at liva í hesum oyggjum.
Men løgmaður var verri enn. Útbúgving er fyri hann nakað, sum hendur fyri ‘ung, leys fólk.’ Tey skulu koma “heimaftur eftir lokna útbúgving,” sigur løgmaður. Nú á døgum vilja tey mongu sleppa at seta saman útbúgvingar, taka part av teimum í Føroyum og síðani víðariútbúgva, endurútbúgva ella førleikamenna seg alt arbeiðslívið. “Lokin útbúgving” er fánandi hugtak.
At vit ikki hava fleiri útbúgvingartilboð her heima er størsta orsøkin til ta mest kritiskt manglandi rávøruna – menniskjansligt tilfeingi – í nýmenning og betran av verandi framleiðslu. Vit útflyta óneyðuga nógv ungfólk, sum verða óneyðuga leingi burtur og fáa óneyðuga lítið av útbúgving grundaða føroyskar fortreytir og føroyska gransking.
Løgmaður átti at tikið sær stundir at vitja okkara mongu innlendsku útbúgvingarstovnar. Tí hugsjónarliga er løgmaður tíverri afturi í farnari tíð, tá ið hann harmast um, at føroyingar ‘hugdu við ivasemi at fyrstu sluppini.’ Vandamálið er, at teir í dag – eisini á tingi – hyggja við ivasemi at gransking sum fyribrygdi. Vit gróðurseta tíverri ongar nýggjar vinnur við tí hugburði, at framleiðsla bert er vøruframleiðsla til útflutnings, at útbúgving bert er uttanlands og bert fyri grønan ungdóm.

Veist tú, hvør hjálpti honum upp?
Sjálvstýrisflokkurin leggur í valskrá síni dent á, at fáa ungdómin heim, at lesandi eru arbeiðsmegi og at útbúgving er vinna. Vit skriva: “Vit skulu skipa hægri útbúgving og gransking í Føroyum. Málið skal vera, at øll skulu kunna byrja og enda vanligar hægri útbúgvingar í Føroyum. Føroyskar útbúgvingar skulu vera so góðar, at útlendingar koma til Føroya at lesa.... Hægri útbúgving og gransking eru framtíðarvinna.”
Løgmaður er ikki regentur í Føroyum, ikki ‘Kong Kaj’ ið sveimar omanfyri øllum og kann loyva sær at hugleiða um vøruútflutning í slupptíðini, meðan alt rapar rundan um hann. Hann er stjórnarleiðari, hevur ábyrgdina av fíggjarliga óskilinum, hevur staðfest allar tær lógir ið knappliga hava broytt skattligar og vinnuligar fortreytir hjá føroyingum, hevur staðfest fíggjarlógina, sum frá byrjan brýtur nýggju játtanarskipanina, og hevur rættarliga ábyrgd av landsstýrismonnum sínum, eisini fíggjarmálaráðharranum, sum ikki vil virða kærunevndir og sum brúkar drál og nøl ímóti óheimilað skattaðum borgarum.
Í barnarímuni ‘Bukvald Græt’ verður spurt: ‘Veist tú, hvør hjálpti honum upp?’ Spyrja vit, hvør fer at hjálpa føroyska búskapinum upp, er svarið neyvan: ‘Skiparin á slupp!’