Rúsdrekka var orsøkin til, at russiskt farmaskip í nátt fór á land eitt sindur norðanfyri havnarlagið í Rønne á Bornholm Klokkan 5.10 í nátt fór russiskt farmaskip á land nakað norðanfyri Rønne á Bornholm. Russiska skipið plagar at sigla við atomavfalli, og tí vakti støðan í nátt serligan ans. Men hesa ferð var skipið tømt.
Løgreglan hevur í morgun kannað málið, og nú eru skiparin og maskinmeistarin handtiknir, eftir at løgreglan hevur staðfest, at skiparin, sum var á brúnni, var rættuliga nógv ávirkaður. Støðan hjá maskinmeistaranum var tann sama sum hjá skiparanum.
Løgreglan á Bornholm hevur í morgun upplýst fyri TV?/Bornholm, at blóðroynd nú verður tikin av skiparanum.
Skipið var á skeivari kós, og ein tíma undan, at skipið fór á land, royndu Lyngby Radio og vaktartænastan á Bornholm at fáa samband við skipið, men áðrenn bjargingarbáturin náddi fram til skipið, fór tað á land. Talan er um 95 metra langt skip, sum eitur MCL Trader. Tað stingur 6,3 metrar.