Skipasmiðjan á Skála er partvís rakt av verkfallinum, sum varð sett í verk í gjár.
? Eini 15 arbeiðsmenn eru farnir í verkfall, men allir handverkararnir arbeiða sum vanligt, sigur Marni Olsen, stjóri á Skipasmiðjuni á Skála.
? Verkfallið órógvar millum annað máliarbeiðið hjá okkum. Til dømis eru onkrir snøklar eftir at mála á Dúgvuni, men hon kann fara í sigling fyri tað, sigur.
Smyril er eisini í dokk, og ætlanin var at mála okkurt smávegis á størsta strandfaraskipinum, men hetta verður ikki gjørt hesaferð.
? Vit royna at arbeiða sum vanligt, men slíkt verkfall órógvar altíð eitt sindur, sigur Marni Olsen.