Skipasmiðjurnar fáa ikki stuðul

Eitt uppskot hjá ES-nevndini um at lata skipasmiðjunum stuðul í kappingini við suðurkoreansku skiðasmiðjurnar vinnur ikki frama

 

Tað var belgiski handilskommiserurin, Pascal Lamy, sum hevði skotið upp, at ES skal veita sínum skipasmiðjum fíggjarligan stuðul, so tær kunnu standa seg í kappingini við skipasmiðjurnar í Suðurkorea, sum fáa munandi stuðul frá tí almenna.

Men uppskotið vann ikki frama millum politikararnar.

Tað vóru serliga Týskland og Spania, sum tóku undir við uppskotinum um stuðul til skipasmiðjuídnaðin, meðan lond sum Bretland, Holland og Danmark vóru ímóti.

ES-nevndin ætlaði at seta stuðulin í gildi, men at ES samstundis skuldi senda handilssamgonguni WTO eina kæru um tann suðurkoreanska stuðulin. Men hesum vildu ráðharrarnir ikki taka undir við. Teir halda, at nevndin kann kæra Suðurkorea uttan at seta stululsskipanina í gildi.

Í danska skipasmiðjuídnaðinum eru teir væl nøgdir við, at stuðulsskipanin varð vrakað. Sagt verður, at ein tílík skipan hevði verið ymisk í teimum einstøku londunum í ES, og at stuðulin tí hevði avskeplað kappingina.