Kristian Magnussen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin hevur sent okkum tveir fyrispurningar, sum hann fer at seta Helenu Dam á Neystabø í dag:
Fyrri spurningurin er um støðuna á Almannastovuni undir arbeiðssteðginum:
? Metir landsstýrismaðurin seg umsita almannalóggávuna á fullgóðan hátt, tá Almannastovan í sambandi við arbeiðssteðgin á almenna arbeiðsmarknaðinum ikki hevur skipað fyri eini neyðtænastu?
Í viðmerking til fyrispurningin sigur Kristian Magnussen, at í samband við arbeiðssteðgin á almenna arbeiðsmarknaðinum hevur Almannastovan boðað frá, at bæði høvuðsdeildin í Havn og deildirnar í Klaksvík, Runavík og Tvøroyri eru stongdar so leingi arbeiðssteðgurin stendur við.
? Tað tykist mær ábyrgdarleyst at Almannastovan fær loyvi til at steingja allar deildir uttan at skipa fyri eini neyðtænastu soleiðis, at viðskiftafólk fáa samband við stovnin, um hesi hava bráðfeingis samband fyri neyðini. T.d kann talan verða um støðu, har foreldur ikki hava fíggjarligan møguleika at breyðføða børnum sínum.
Seinni spurningurin hjá Kristiani Magnussen er um støðuna á Landssjúkrahúsinum:
? Hevur Landsstýrið broytt avgerð um, hvussu yvirorðnaði leiðslubygnaðurin á Landssjúkrahúsinum skal verða, ella arbeiðir sjúkrahúsleiðarin í móti avgerðum landsstýrisins?
Kristian Magnussen sigur í viðmerkingunum, at í kjalavørðinum av DIOS kanningini fóru sjúkrasystrararnar í verkfall og tóku tær ikki arbeiðið upp aftur, fyrr enn avtala varð gjørd við Landsstýrið um at bæði sjúkrasystrastjóri skuldi setast á jøvnum føti við læknastjóran og felags leiðsla við lækna og sjúkrasystir á jøvnum føti skuldi skipast á hvørjum av deplunum í nýggja bygnaðinum á Landssjúkrahúsinum.
? Seinni bjóðaðu serlæknafelagið og sjúkrasystrafelagið seg til at koma við uppskoti um yvirorðnaðan leiðslubygna á Landssjúkrahúsinum. Uppskot teirra innihelt ein bygnað við sjúkrahúsleiðara sum ovasta leiðara og felags leiðslu á kirurgiska, medisinska og psykiatriska deplinum. Landsstýrið arbeiddi síðan víðari í tí andanum, sum eisini var í trá við semjuna við Sjúkrasystrafelagið, sigur Kristian Magnussen.
Hann sigur víðari, at fyrst av øllum skuldi sjúkrahúsleiðarin setast, soleiðis at hesin kundi gera arbeiðið við bygnaðinum liðugt.
? Nú sæst í fjøðlmiðli, at sjúkrahúsleiðarin hevur gjørt uppskot við einstreingjaðari leiðslu á áðurnevndu deplum. Í uppskotinum sigur hann, at leiðarin í deplunum skal vera lækni, hóast leiðsluuppgávan í høvuðsheitinum er umsitingarlig.
? Henda nýggja støða hevur fingið ilt í sjúkrasystrarnar, og tykist stríðið á landssjúkrahúsinum ongan enda at fáa.
? Uttan iva verður nógv orka, ið eigur at verða nýtt til viðgerð og røkt av sjúklingum, framhaldandi nýtt upp á uppslítandi ósemjur í sambandi við nýggja bygnaðin á Landssjúkrahúsinum.
? Henda óholla støða hevur staðið við alt ov leingi, og hevur landsstýrismaðurin í síðsta enda ábyrgdina av, at orkan á Landssjúkrahúsinum verður nýtt skilabest, sigur Kristian Magnussen, sum hervið hevur reist eisini mál til umrøðu á tingi í dag.