Christian í Grótinum og Norðborg eru á veg inn at landa sild Christian í Grótinum fekk umleið 460 tons av sild í gjár, og teir fóru at sigla til Kalvåg í Noregi at landa.
Norðborg fekk eisini eitt gott kast í gjár og er á veg til Noregs at landa. Teir skulu landa í Uthaug, sum er við munnan á Tróndheimsfjørðinum.
Norðborg landaði eisini fyrramorgunin. Tá høvdu teir 300 tons, sum teir landaðu í Tromsø.