Tey fýra makrelskipini,sum Fiskiveiðieftirlitið heldur hava roynt í stongdum kassa, fara øll á Kollafjørð
Um eina løtu kemur Gadus á Kollafjørð, og nakað seinni kemur Finnur Fríði. Næraberg er komin suður á Eystnes, men Vesturvón verður har eitt sindur seinni, tí hann hevur verið a Klaksvík við einum skaddum manni.
Tá ið skipini leggja at, standa politi, ákæruvald og metingarmenn fyri teimum á brygguni í Kollafirði.