Fiskivinna
Línuskipini í Klaksvík, sum hava ligið fyri streym og vánalig veðurlíkindi, loysa nú aftur í dag.
Manningin á Klakki skuldi vera hjá skipinum klokkan 10 í morgun, og vit hava skilt, at flestu línuskipini loysa antin í morgun ella tíðliga seinnapartin.
Streymurin hevur verið harður, og veðurlíkindini hava seinastu dagarnar eisini verið vánalig.
Mánadagin og týsdagin var rættiligt illveður.
Í morgun er hann heldur blíðari aftur í veðrinum, og streymurin er avtakandi, sum teir plaga at siga.
Væntandi er tí, at so at siga allur línuflotin í Klaksvík hevur loyst, áðrenn kvøldið kemur.
Nú streymurin tekur av, og veðurlíkindini eru frægari, man lív eisini fara at koma í aftur á Stongunum, har línan hjá flestu útróðrarbátum í Klaksvík verður egnd ella rikin um.
Fugltúgvan, sum vit síggja á myndini, loysir eisini ætlandi nú eftir døgurða, og væntandi ger Grani tað sama.
Jákup B og Ågot gera eisini klárt at loysa.
Á Landingarmiðstøð Føroya í Klaksvík vænta tey, at nakrir dagar ganga, áðrenn nøkur serlig landing verður aftur.