Skipini koma inn at landa tíðliga í vikuni

Seks av teimum smáu trolbátunum eru til fiskiskap, og allir koma inn at landa fyrst í vikuni.

Fimm partrolarapør eru til fiskiskap eftir upsa, men skipini hava vánaligan fiskiskap.

 

Skipini koma inn at landa fyrst í hesi vikuni, nú jólini stunda til, og fiskurin skal arbeiðast.

 

Eitt partrolarapar fiskar sild, og vit gita, at hetta eru Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, sum hava tangar.

 

Hvørgin av djúpvatnstrolarunum, sum plaga at haga í, eru til fiskiskap í løtuni.

 

Hinvegin eru seks av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap, og allir koma inn at landa fyrst í vikuni.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at eitt garnaskip fiskar svartkalva, men fiskiskapurin er vánaligur.

 

Eitt garnaskip fiskar eisini havtasku, og teir hava brúkiligan fiskiskap.

 

- Væntandi landa bæði garnaskipini miðskeiðis í hesi vikuni, verður lagt aftrat.