Fiskivinna
Tað kom dátt við hjá skipum og fiskaútflytarum – men minni dátt við hjá virkjum - at eingin sigling var niður til Scrabster við feskfiski mánadagin, tá ið Lómur var so seinur aftur úr Danmark.
Fiskaseljari, sum Sosialurin hevur tosað við, sigur, at honum kunnugt var talan um 300 tons av ymiskum fiskasløgum, sum skuldu av landinum við Lómi hendan dagin.
Stórur missur
- Fiskakeyparar keyptu fisk á marknaðinum fríggjadagin við tí fyri eyga at senda hann feskan niður á skotska marknaðin. Men hetta kiksaði so fullkomiliga, tá ið Lómur ikki náddiu havn í Føroyum fyrr enn út á kvøldið - og Faroe Ship síðan avgjørdi at avlýsa ferðina til Scrabster.
Fiskaseljarin sigur, at hann hevur hugt at prísunum, sum skipini fingu á uppboðssølu og til ymisk virkir mánadagin, og hann er avgjørdur um, at nógvur peningur er mistur.
- Eg eri komin til, at samlaði missurin hevur verið umleið 2,5 mió krónur, og tað er nógvur peningur.
Fiskaseljarin fýlist eisini á, at Faroe Ship ikki fyrr enn mánamorgunin um 9-tíðina læt frætta frá sær, hvussu støðan var.
Hevði bøtt um
- Eg haldi, at felagið onkusvegna átti at gjørt alt fyri at gingið fiskaseljarunum á møti – og um ikki annað, so við leigaðum skipi.
Hann heldur, at tað eisini hevði bøtt um støðuna og søluna, um skipið fór seinni avstað við fiskinum enn ætlað.
- Tá hevði prísfallið ikki verið so stórt, sum tað gjørdist, sigur hann.
Fiskaseljarin vísir á, at toskur fekk góðan prís á føroyska marknaðinum mánadagin, meðan tað serliga var hýsan og svartkalvin, sum høvdu stórt prísfall.
- Tey 140 tonsini, sum vóru av hýsu, fóru fyri einar 5 krónur minni fyri kg., enn tey annars høvdu farið - og svartkalvin fór fyri einar 13 krónur minni fyri kg., sigur hann.