Fiskivinna
Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood, er eins og mong onnur í Klaksvík fegin um, at tað hevur eydnast P/F Christiani í Grótinum at keypa teir fýra ísfiskatrolararnar, Safir, Smaragd, Fjalshamar og Nónhamar, aftur til Klaksvíkar.
Sjálvur var hann reiðari á skipunum, áðrenn tey vórðu seld á tvingsilssølu.
Avgjørt týdning
Í langa tíð hevur Jóhan Páll saman við sínum fólki arbeitt við at endurreisa Kósavirkið, so tað kann lata uppaftur, men so seint sum í gjárkvøldið dugdi hann ikki at siga, um hetta fer at eydnast ella ikki.
- Nei, eg veit einki enn. Vit arbeiða við ymiskum møguleikum, men enn er einki ítøkiligt at frætta.
Hetta hevur verið tað, sum Jóhan Páll hevur kunnað sagt sínum fyrrverandi arbeiðsfólki á Kósini nú í eina longri tíð.
Og í gjárkvøldið kundi hann ikki siga meira enn tað sama.
Jóhan Páll er tó sannførdur um, at skipakeypið hjá P/F Christian í Grótinum ger møguleikarnar at endurreisa fiskavirkið betri, enn teir hava verið.
- Jú, eg haldi avgjørt, at hetta kemur at fáa týdning fyri eina endurreisn.
Hvør – er líkamikið
Stjórin í Maru Seafood veit ikki, um tað verða núverandi eigarar, sum koma at lata virkið uppaftur, ella um tað verða onnur, sum koma at stíla fyri.
Spurdur, um tað er hugsandi, at virkið kann lata uppaftur við somu eigarum og uttan eina tvingsilssølu, sigur hann seg í løtuni heldur ikki duga at svara tí spurninginum.
- Tað er ikki avgerandi, hvør tað verður, sum letur virkið uppaftur, men tað, sum hevur størstan týdning fyri økið er, at virksemið verður aftur á Kósavirkinum.
Jóhan Páll Joensen sigur, at enn verður arbeitt við ymiskum møguleikum, og hann ivast onga løtu í, at keypið av teimum fýra ísfiskatrolarunum gera møguleikarnar betri – líkamikið, hvør tað verður, sum kemur at standa aftanfyri virksemi á Kósini.