Skipsførarin heldur fram við fótbóltinum

Álopsessið hjá Skálamonnum er blivin skipsførari, men hann æltar sær ikki til sjós fyrsta árið. Fótbólturin verður tikin fram um

Fótbóltsspælarin Jónhard Frederiksberg kann nú kalla seg skipaførara. Fyri jól tók hann prógv á Sjómansskúlanum í Havn, og harvið kann hann fara at umhugsa vinnuvegin sum sjómaður.
Tað hevur hann eisini gjørt, men fyrst niðurstøðan er, at hann verður verandi í landi.
? Fái eg eitt arbeiði í landi, so taki eg av tí og haldi fram við fótbóltinum, sigur Jónhard Frederiksberg.
Hann manglar eitt hálvt ár av siglingstíð, sum hann skal taka innan fimm ár. Hann kann bíða í fimm ár við at fáa sær vinnubræv, men tá ið hann hevur fingið sær vinnubræv skal hann sigla í minst eitt ár næstu fimm árini.
Tí hevur tað ikki so øgiligan skund hjá Jónhardi at fara til sjós, og hann æltar sær tí at bíða eitt sindur við tí.

Hugaligt ár
Jónhard Frederiksberg hevði eitt gott kappingarár í 2004, har hann var ein av lyklaspælarunum hjá Skála og vann sær meira ella minni fast pláss á landsliðnum.
? Enn havi eg ikki gjørt nakra avtalu um næsta ár, men eg rokni við, at eg haldi fram við at spæla á Skála, sigur hann.
Skálamenn vunnu púra óvæntað bronsumerkini í landskappingini í ár, og tað hevur við sær, at felagið skal út í Europa at spæla næsta summar.
? Tað gekk sera væl í fjør, og tað gevur mær hug at halda fram har. Tað er eisini lokkandi, at Skála skal spæla í altjóða fótbólti fyri fyrstu ferð nakrantíð, sigur Jónhard.
Við sínum 9 málum í landskappingini var Jónhard ein týðandi orsøk til, at Skála var við í toppinum í føroyskum fótbólti. Hetta hevði eisini við sær, at boð vóru eftir honum til landsliðið, og hann hevur nú spælt sjey landsdystir fyri Føroyar.
? Tað er hugaligt, tá ið tað gongur so væl, og tí havi eg eisini betur hug at verða í landi og halda fram við fótbóltinum heldur enn at fara til skips, sigur hann.