SkipsSosialurin
Á seinasta túri fekk manningin á Ljósafelli, sum telir 27 mans, fyri fyrstu ferð SkipsSosialin umborð.
Skiparin á Ljósafelli, Ingolf Rasmussen, sigur, at teir teknaðu seg fyri at halda SkipsSosialin, og hetta er manningin ógvuliga fegin um.
Liggur í messuni
- Nú er hetta so ógvuliga nýtt hjá okkum, at eg dugi ikki at seta orð á hvørja av skipanunum, sum Sosialurin bjóðar, vit hava. Men skipanin riggar ógvuliga væl, og manningin er ovurfegin um at kunna lesa tíðinindi í Sosialinum hvønn blaðdag.
Ingolf sigur, at SkipsSosialurin kemur í teirra postkassa á telduni, sum hann tekur til, og síðan verður blaðið printað út í einum ella fleiri eintøkum og lagt niður í messuna.
- Tað er ikki altíð, vit printa allan SkipsSosialin út, men hevur manningin hug at síggja og lesa tað, ið eftir er, kunnu teir fara inn á telduna, har øll útgávan liggur.
Populerur umborð
Skiparin sigur, at SkipsSosialurin verður nógv betur lisin umborð á Ljósafelli, enn blaðið verður lisið, tá ið menn eru heima.
- Eg vil siga, at SkipsSosialurin er ógvuliga populerur umborð, og vit eru ógvuliga fegnir um hesa loysnina, vit hava fingið við Sosialin.
Ingolf sigur, at teir hava ikki havt útbúnaðin umborð áður, soleiðis at teir kundu fáa fatur á SkipsSosialinum.
- Men nú er hetta komið uppá pláss, og tað er eitt stórt framstig fyri manningina, sum er leingi burtur í senn, sigur hann.
Góð loysn
Hann vísir á, at teir fáa fatur á SkipsSosialinum um vanliga internet-sambandið, sum teir nú hava fingið, og hann heldur, at hetta er ein góð loysn og rættiliga rímilig loysn í prísi.
- Vit kunnu mæla øllum øðrum skipum, sum ikki longu fáa SkipsSosialin umborð, til at fáa hetta í lag, sigur Ingolf Rasmussen, skipari á Ljósafelli, at enda.