Skipsvanlukka í Kongo

Ein skipsvanlukka á Kongo-ánni hevur kravt í minsta lagi níggju mannalív, men sambært myndugleikunum eru umleið 100 fólk ikki komin afturíaftur síðani vanlukkuna.

Bjargingarliðini hava einki yvirlit yvir, hvussu mong fólk vóru umborð á skipinum, tá tað sakk nærhendis høvuðsstaðnum Kinshasa um vikuskiftið, men útvarpsstøðin Radio Okapi sigur, at tey vóru næstan 300. Myndugleikarnir siga, at 197 fólk eru bjargað á lívi, og at níggju eru funnin deyð.

Vanlukkur av hesum slagnum eru ikki óvanligar á áunum í Kongo. Skipini eru ofta í vánaligum standi, og tey hava lítla og onga trygdarútgerð. Ein annar trupulleiki er, at alt ov nógv fólk er umborð.