Skjót koppseting kann bjarga lívum

Eitt nýtt lið av ambassadørum er nú tilreiðar at fara út kring landið, at eggja kvinnum at lata seg koppseta ímóti lívmóðurhálskrabba.

Talan eru um sjey ungar kvinnur, sum eru vorðnar ambassadørar fyri kunningarátakið UNDURLÍV. Ambassadørarnir hava fingið undirvísing frá Krabbameinsfelagnum, og fara nú at bera sína vitan víðari til gentur og kvinnur.

Fyri tveimum árum síðani fór Krabbameinsfelagið undir kunningarátakið UNDURLÍV. Fremsta endamálið var, og er framvegis, at seta fokus á týdningin av, at kvinnur lata seg koppseta ímóti HPV-virus og ganga regluliga til undirlívskanningar, sum kunnu avdúka tekin um krabba.

Tað er vanlig fatan, at lívmóðurhálskrabbi bert rakar eldri kvinnur. Men tíverri fáa eisini heilt ungar kvinnur hesa sera vandamiklu sjúku. Helvtin teirra, sum fáa lívmóðurhálskrabba, eru kvinnur yngri enn 45 ár. Hetta er ofta mammur við børnum. Tørvandi vitan um møguleikar at fyribyrgja og soleiðis verja seg móti sjúkuni, er ein høvuðsorsøk til at kvinnur fáa lívmóðurhálskrabba.

Gentur, sum eru 13-14 ára gamlar, hava møguleika at lata seg koppseta ókeypis. Men, umráðandi er eisini at fáa gentur og kvinnur sum eru eldri, og sostatt mugu gjalda sjálvar, at velja at keypa sær hesa trygging. Ringasta sjúkan er hon, tú kundi verið sloppin undan.

(Mynd: Ambassadørarnir, sum nú taka við, eru Rannvá Jónsdóttir Johannesen, Angjo Eidesgaard, Sára Eysturoy, Ása Winther Poulsen, Anja Johnsdóttir Thomsen, Gunn Vang Poulsen og Jóna Baldvinsdóttir)