Øssur Winthereig hevur verið í bløðunum við nøkrum sjónarmiðum, sum umfata undirritaða. Eg fari ikki í nakað alment orðaskifti. Skal bert koma við nøkrum fáum staðfestingum.
Sum eg havi skilt tað, eru tað sjónarmiðini hjá Føroya løgmanni, sum koma fram í tíðindaskrivinum, sum Løgmansskrivstovan sendi út í farnu viku.
Eg kann vátta, at eg arbeiði sum kunningarráðgevi. Av góðum grundum fái eg onki sagt um, hvør fær ráðgeving frá mær, tí hon fer sjálvandi fram í trúnaði. Sama er t. d. galdandi fyri ráðgeving frá advokatum, læknum, sálarfrøðingum v.m.
Í tí dagliga starvist eg sum samskiftisfólk hjá Føroya Sparikassa, men ein avtala við arbeiðsgevaran ber í sær, at eg kann veita kunningarráðgeving uttan fyri húsið.
Eg vil avsanna, at eg arbeiði sum spin-doktari hjá nøkrum, og eg eri sera ósamdur við sjónarmiðið um, at eg blandi mítt privata virksemi saman við viðurskiftum hjá arbeiðs-gevara mínum.