Skjóta nógv mál

Bíðað verður framvegis eftir avgerð um, hvør skal flyta upp saman við B68

Tað gongur sína gongd í næstbestu deildini. Trý tey fremstu vinna hvørja ferð, og trý tey aftastu tapa hvørja ferð.

Átta umfør resta, og tveir spurningar eru eftir at svara. Annar er, um tað verður FSV04 ella ÍF, sum fer at flyta upp saman við B68. Hin er, um tað verður KÍ ella kanska SÍ, sum fer at flyta niður saman við B36.

Í Formula deildini vórðu tað sunnudagin skorað átta mál í fimm uppgerðum ella 1,6 í miðal fyri hvønn dystin. Í næstbestu deildini var tað munandi meiri málríkt. Samlaða máltalið var 29 ella 5,8 mál í miðal fyri hvørja uppgerðina!

Eingin spenningur var í nakra staðni. Sigrarnir vóru allir sera sannførandi, og nú tykist tað sum um, at tað verður bíðað eftir nøkrum lykladystum, sum kunnu gera av, um tað skal verða FSV04 ella ÍF, sum skal fylgja toftamonnum upp í bestu deildina.

ÍF er framvegis tvey stig aftanfyri FSV04. Tískil hava fuglfirðingar ikki ráð at missa stig. Bæði ÍF og FSV04 skulu spæla á Svangaskarði. Innanhýsis uppgerðin millum FV04 og ÍF verður í Sandavági í 24. umfari, sum er á skránni 22. september.

Nú leygardagin fara fuglfirðingar út á Svangaskarð. B68 er favorittur, og um toftamenn fáa fulla úrtøku, so verður uppflytingin so at siga avgjørd, tá ið tað framvegis fara at resta sjey umfør. Tá verður stigamunurin frá B68 og aftur til ÍF átjan stig. Men nú fæst at síggja. ÍF, sum hevur fingið fult fýra tær seinastu ferðirnar, fer sjálvandi at leggja alla orku í.

HB við eitt nú Jákupi á Borg og Vagni Mohr Mortensen á liðnum vann hesa ferð 4-0 á KÍ. Harvið er HB so at siga sloppið undan hóttanini av niðurflyting.

B36, KÍ og SÍ skulu øll í hesi vikuni spæla útsettar dystir. Tað eru hesi feløgini, sum eru á aftastu plássunum.


1. deild 19. umfar


ÍF-SÍ 7-1 (3-0)

1-0: Viggo Johannesen 26.

2-0: Helgi L. Petersen 33.

3-0: Bartal Eliasen 34.

3-1: Jens Erik Rasmussen 54.

4-1: Bartal Eliasen 72.

5-1: Nenad Zaric 74.

6-1: Árni Petersen 76.

7-1: Helgi L. Petersen 85.


LÍF-B68 0-4 (0-2)

0-1: Jósup Henriksen

0-2: Dánial Hansen

0-3: Emil Olsen

0-4: Emil Olsen


HB-KÍ 4-0 (2-0)

1-0: Dánial Davidsen 7.

2-0: Tróndur Sigurðsson 24.

3-0: Tróndur Sigurðsson br 58.

4-0: Jákup Berg 86.


FSV04-B36 5-1 (3-1)

1-0: Heron 2.

2-0: Heron 4.

3-0: sjálvmál 17.

3-1: sjálvmál 34.

4-1: Jovan Panic 49.

5-1: Jógvan Holm 75.


TB-NSÍ 6-1 (2-0)

1-0: Óli Johannesen 16.

2-0: Olivur Abrahamsen 26.

3-0: Olivur Abrhamsen 59.

4-0: Allan Poulsen 63.

5-0: Olivur Abrahamsen 69.

5-0: Olivur Abrahamsen 71.

6-1: Robert Sørensen 83.