Skjóta spælið er styrkin

Stórt sæð somu spælarar vera við hjá strandakvinnunum í ár í mun til í fjør, har einasta broytingin tykist vera í málinum. Ársins spælari síðsta kappingarár, Ninna K. Johansen, sigur, at skjóta spælið er styrkin hjá liðnum

HONDBÓLTUR

 

Seinastu nógvu árini hava kvinnurnar hjá StÍF verið partur av bestu kvinnudeildini. Hesi árini hava tær ongantíð ligið heilt uppi í oddinum, men um vit sammeta StÍF við hini liðini, so hava tær heldur ikki havt nakran útlending á liðnum síðstu árini, um vit síggja burtur frá sterka málmanninum Adelu Burcea.

Í staðin fyri at satsa stórt upp á útlendskar leikarar hevur StÍF heldur valt at geva egnum leikarum møguleikan, og hetta hevur riggað heilt væl. Umframt Adelu var liðið seinasta kappingarár nevniliga bert mannað av ungum leikarum, sum eru uppvaksnir í felagnum.

Fleiri av hesum blaðungu leikarum megnaðu eisini at útmerka seg ímillum sterkar útlendskar leikarar í landinum síðsta kappingarár, meðan liðið eisini fekk fleiri góð og óvæntað úrslit ígjøgnum árið. Leggjast kann afturat, at bert 18 ára gamla Ninna. K. Johansen hjá StÍF gjørdist ársins leikari í Sunset-kappingini síðsta kappingarár.

Sosialurin hevur tikið eitt prát við júst Ninnu um kappingarárið, sum liggur fyri framman.

 

Fótbólturin hevur ávirkað fyrireikingarnar

Ninna K. Johansen sigur, at liðið er klárt at byrja Sunset-kappingina leygardagin, men hon leggur tó afturat, at fótbólturin hevur forstýra eitt sindur í uppstartinum.

- Vit hava havt eitt sindur av trupulleikum, tí at fótbólturin hevur forstýra okkara uppstart í hondbóltinum. Vit hava fleiri spælarar, sum eisini spæla fótbólt, og tí hava vit ikki verið so nógvar og vant. Men nú fótbólturin er liðugur, er tað blivið nógv betri, og eg haldi, at vit eru klárar at fara undir kappingina.

Ninna fortelur víðari, at ætlanin hjá StÍF fyrst og fremst er at arbeiða hart við liðnum og at hava tað stuttligt á vøllinum.

- Vit seta okkum ikki nakað beinleiðis mál undan kappingarbyrjan, men taka tað, sum tað kemur. Vit ætla at hugna okkum og hava tað stuttligt á vøllinum, og so mugu vit bara royna at arbeiða hart við liðnum og royna at gera tað so gott, sum til ber, staðfestir Ninna K. Johansen.

 

Skjóta spælið er styrkin

Sjálvt um fótbólturin hevur ávirkað fyrireikingarnar nakað, so er hópurin hjá StÍF tó at kalla tann sami, sum síðsta kappingarár. Onkrar broytingar eru tó, sigur Ninna.

- Ja, vit hava mist Adelu í málinum. Hon er farin til Tjaldur at spæla hondbólt, men vit hava fingið tveir málmenn úr Danmark í staðin. Tær eru báðar ungar og passa væl inn í hópin, og tær skulu so eisini kappast um plássið í málinum.

Ninna heldur eisini, at um StÍF skal fáa góð úrslit komandi kappingarár, so mugu tær fáa skjóta spælið at rigga.

- Skjóta spælið er styrkin hjá okkum, og hetta mugu vit fáa at rigga. Vit hava fleiri skjótar spælarar á liðnum, men vit mugu tó eisini hava yvirblikkið í ordan, tá vit spæla skjótt, so vit ikki gera ov nógvar feilir, heldur Ninna.

 

Stjørnan og Neistin vera sterkar

Tá vit at enda spurdu Ninnu, hvørji lið hon metti at vera tey sterkastu, var hon greið á málinum.

- Bæði Stjørnan og Neistin tykjast vera rættiliga sterkartil komandi kappingarár, og tað vera helst eisini hesi bæði, sum fara at kappast í oddinum. VB hevur eisini verið væl við síðstu árini, men eg trúgvi ikki, at VB verður eins væl fyri í ár. Vónandi fara vit eisini at liggja í oddinum, men eg vænti, at tað vera Stjørnan og Neistin, sum kappast um gull og silvur, og so mugu hini liðini berjast um restina, sigur Ninna K. Johansen at enda.

Hvussu verður og ikki hjá strandakvinnum ber enn bert til at gita um, men eingin ivi er um, at StÍF hevur gjørt eitt sera gott arbeiða við ungu spælarunum hjá felagnum. Fleiri teljast ímillum bestu føroysku spælarar yvirhøvur, og um spælararnir fáa teirra egna spæl a koyra, so er ikki óhugsandi, at StÍF kann fáa fleiri góð úrslit ígjøgnum árið.