Skjóta tíðindabløð journalistar?

   

Uni Arge, journalistur
??????????????????

Í seinastuni havi eg í Dimmalætting skrivað eina greinarrøð, sum hevur varpað ljós á tað, sum nýggja samgongan ætlar. Greinirnar hava verið samrøður við ymsar persónar, sum við støði í samgonguskjalinum hava givið teirra boð uppá, hvat framtíðin man fara at bjóða búskaparliga, vinnuliga, politiskt, mentanarliga og sosialt.
Tað hevur verið hugaligt at frætt frá lesarum, at teimum hevur dámt at lisið samrøðurnar. Eg má tó siga, at tað hevur samstundis verið ógvuliga hugstoytt at sæð, hvussu illa Sosialurin er farin við summum av keldunum, sum samrøður eru gjørdar við.
Tann fyrsti, sum úttalaði seg, var Hermann Oskarsson, formaður í Búskaparráðnum. Við hann gjørdist oddagreinskrivarin á Sosialinum so óður, at hann rætt og slætt mælti til at reka mannin úr starvi. Tað var vorðið sum argument at brúka ímóti keldu, sum roynir at ríka demokratiska orðaskiftið við sínum sjónarmiðum.
Samrøðan um yvirskipaðu stjórnarligu málsetningarnar hjá samgonguni var við Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðing. Hann varð í oddagrein í Sosialinum lagdur undir at vera ótrúverdugur og partapolitiskur. Altso legði oddagreinskrivarin aftur eftir manninum heldur enn at finna haldgóð argument í sínum høvdi at diskutera afturímóti við.
Nú hósdagin hendi so tað, at baksíðuteknarin fekk boð frá blaðstjóranum á Sosialinum um at leggja eftir sjálvum journalistinum, sum hevur skrivað samrøðurnar í Dimmalætting. Meiningin var ivaleyst at undirgrava journalistin. Aftur var altso persónlig útspilling sjálvt endamálið hjá Sosialinum.
Metodurnar hjá Sosialinum hesar dagarnar hava mint mistonkiliga nógv um óhugnaligu metodurnar, sum Dagblaðið plagdi at brúka fyrr í tíðini. Fólk, sum bara dittaðu sær at siga sína meining alment, vórðu útspilt og spottað persónliga. Ongantíð var endamálið at birta upp undir eitt sakligt orðaskifti. Ongantíð talaðu verulig argument.
So langt av leið er Sosialurin tíverri vilstur. Hann kallar seg tíðindablað, men er farin at skjóta journalistar og eygleiðarar, sum royna at geva samfelagsorðaskiftinum eitt ávíst innihald. Eg hevði ikki væntað hetta av Jan blaðstjóra, sum kallar seg journalist og demokrat. Men hann tykist eins og illi Óli á baksíðuni at vera fongdur við ógvusligari partapolitiskari sektarismu.
Við vón um góðan betring báðir tveir.