Skjøtil settur á nýtt

? Eg ivist onga løtu í, at tað verður full undirtøka fyri, at eitt føroyskt felag nú mennir seg til at taka við avbjóðingum í oljuvinnuni. Tað er tað mest náttúrliga, sum kann henda í Føroyum sigur Magni Arge, stjóri


 



Útlendsku oljufeløgini, sum hava fingið leitiloyvi við Føroyar, hava eftir øllum at døma valt at brúka føroysk feløg sum veitarar bæði á landi, sjógvi og í luftini. Við hesum má sigast, at tey royna at liva upp til andan í oljulógini um føroyska luttøku. Herfyri avgjørdu oljuufeløgini at lata einum føroyskum samtaki sáttmálan um útgerðarvirksemi og nú hava tey so valt eitt samtak við Atlantsflog og bretska felagnum Bristow til at taka sær av flutningi av fólki millum pallar og land og millum Føroyar og Skotland.

Magne Arge, stjóri í Atlantsflog er sera fegin um avgerðina, sum merkir, at føroyska flogfelagið kemur at uppliva tvær stórar avbjóðingar í ár á tyrlusíðuni. Onnur hevur samband við leiting og bjarging fyri Fiskimálastýrið og kemur tann tyrlan til føðingardagin hjá Atlantsflogk 28. mars. Og nú kemur oljuflúgvingin, sum vit skulu fyrireika okkum til í summar.

? Hetta má vera ein tann mest spennandi dagurin í føroyskari tyrlusøgu, síðani Strandferðslan byrjaði tyrluflúgving fyrst í 80-unum sigur Magni Arge og heldur fyri, at hetta er ein stórur dagur fyri føroyska flogferðslu, tí hann er ein nýggj byrjan og leggur lunnar undir eitt heilt nýtt tíðarskeið í føroyskari flogferðslu.

Herðaklapp

Magni Arge heldur avgerðina vera eitt herðaklapp til tað stóra arbeiði, sum er gjørt fyri at menna ein kunnleika til at reka flogferðslu í Føroyum. Eitt stórt arbeiði er gjørt, sum byrjaði nettupp við tyrluflúgving og síðani helt fram við vanligari flúgving og er bygdur upp ein førleiki at viðlíkahalda og flúgva tyrlur og flogflogfør og eisini at standa fyri rakstrinum av tí. Og nú eitt nýtt høvi býðst at menna slíkt virksemi í Føroyum, sum hevur smá kor tí marknaðurin er so lítil, so er tað sera gott.

Sáttmálin inniheldur tveir partar. Annar er flúgvingin við vanliga flogfarinum millum Føroyar og Skotland. Tá ein boripallur er í økinum verða upp til 3 ferðir um vikuna, og eru tveir pallar her er talið av ferðum 4 ella fleiri. Her verður talan um at byggja upp eina nýggja farleið, sum eisini kann fáa stóran týdning fyri føroyska brúkaran. Hin parturin er so at flyta arbeiðsfólk millum pallin og land við tyrlum hjá Bristow.

Tað gevur so eisini Atlantic eitt nýtt bein at standa á, um so er, at olja verður funnin. Og verður hon funnin, so hevur Atlantsflog sett seg á eina sera rók, har man kann vera ein týðandi partur av tyrluflúgvingini. Hetta ger, at ein kann útvikla fyritøkuna, nakað, sum man annars ikki hevði kunnað. So henda avtalan hevur avgerandi týdning fyri at kunna menna flogfelagið sigur stjórin í føroyska flogfelagnum.

Føroysk luttøka

Nú útlendsku oljufeløgini hava valt føroysk feløg til bæði útgerðarvirksemi og nú eisini flogvirksemi, heldur Magni Arge, at tað vísir, at føroyskir myndugleikar hava gjørt rætt við at leggja so stóran dent á føroyska luttøku og eisini hava undirstrika hetta í sjálvari lóggávuni.

? Eg haldi hetta er ein samanblanding millum hetta við at liva upp til andan í lógini og so tað praktiska, sum liggur í hesum at fáa føroysk feløg at taka sær av uppgávunum. Magni Arge heldur, at føroysku veitararnir, sum veruliga kunnu lata eina kappingarføra vøru, høvdu kanska ikki staðið seg so væl, um ikki tað varð ásett í lógini, at eisini føroyskir veitarar skulu vera við.

Verður olja funnin við Føroyar so kann talan blíva um týðandi inntøkur til Atlantsflog og ikki minst eitt virksemi, sum verður alt árið. Tað fer so at geva felagnum ein møguleika at vaksa.

Magne Arge sigur, at hann sær fram til eitt samstarv við Bristow, sum teir hava góðir royndir við. -Teirra royndir við fyritøkum í nýggjum økjum passar sum fótur í hosu til okkara uppfatan, tí Bristow hevur orð fyri at lata upp til lokal feløg at taka sær av uppgávunum. Magni Arge sigur, at teir tó ikki eru so stórir at teir skulu til at gera stórar íløgur og tí kemur tað væl við at kunna leiga tyrlur frá øðrum og fáa kunnleika frá teimum innan viðlíkahald, eykalutir oa.

Tað verður eisini nógv meira arbeiði vesturi í Vágum, tá oljuleitingin byrjar. Tað merkir so, at teir koma at flúgva nakað minni millum onnur lond, eitt nú Ísland og Grønland. Á tyrlusíðuni skulu annars fleiri fólk setast í sambandi við bjargingartænastuna.

Magni Arge sigur, at tað hevur stóran týdning at fáa eitt gott samstarv við flogvøllin í Vágum, sum hevur ein sera týðandi leiklut í øllum slíkum. Eisini skulu nøkur viðurskifti fáast uppá pláss við Statens Luftfartsvæsen og landsstýrið. -Eg ivist onga løtu í, at tað verður full undirtøka fyri, at eitt føroyskt felag nú mennir seg til at taka við avbjóðingum í oljuvinnuni. Tað er tað mest náttúrliga, sum kann henda í Føroyum.