Løgreglan í Finnlandi hevur handtikið ein mann, sum fór at skjóta inni í einum skúla í býnum Orivesi, sum er í útnyrðing úr høvuðsstaðnum Helsinki. Maðurin rakti kortini ongan.
Ein talsmaður fyri skúlaumsitingina í Orivasi sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at maðurin skjeyt fýra skot ígjøgnum hurðina á einari skúlastovu á triðju hædd í skúlanum.
Svenska blaðið Aftonbladet skrivar, at næmingarnir høvdu læst seg inni í skúlastovuni, meðan maðurin skjeyt inn ígjøgnum hurðina, men til alla lukku rakti hann ongan.
Einki verður sagt um, hvør byrsumaðurin er, ella hví hann fór í skúlan við byrsu.