Tað gekk rættiliga skjótt at telja atkvøðurnar upp í Klaksvík. Valdyrnar vórðu læstar klokkan gott átta, og longu klokkan 21 vóru tær 2.987 atkvøðurnar upptaldar. Men so vóru góðar 200 brævatkvøður afturat ? umframt atkvøðurnar úr Árnafirði, Mikladali og Trøllanesi.
Karl Johansen, formaður í valstýrinum í Klaksvík, segði, at hóast tað gekk nakað skjótari at telja atkvøðurnar í Klaksvík upp, so var endaliga úrslitið ikki so nógv fyrr klárt.
? Klokkan var um 21.30, tá endaliga úrslitið var klárt, og tað er áleið, sum tað plagar at vera, segði formaðurin í valstýrinum í Klaksvík.