Tað hevur merkt ferðsluna í miðbýnum nokk so fitt, at Tórsgøta hevur verið stongd fyri gjøgnumkoyring í sambandi við, at arbeitt hevur verið upp á vegamótið Tórsgøta/Sverrisgøta.
Arbeiðið skuldi verið liðugt í farnu viku, men vánalig veðurlíkindi hava gjørt sítt til, at arbeiðið er seinkað í nakrar dagar, men í dag skuldi arbeiðið verið liðugt, og væntandi verður latið upp aftur fyri gjøgnumkoyring fríggjadagin.