Skjótt síðsti kjansur at skráseta sína haruveiðu

3.816 harur vórðu skotnar í 2019

Higartil eru skrásettar 3.816 harur, sum eru skotnar á 430 túrur kring landið. Enn eru tað tó fleiri harumenn, sum ikki hava skrásett veiðuna.

- Eg fari tí at heita á teir, um at skráseta seinastu tølini, so eg kann fara undir at skriva ta endaligu frágreiðingina um Haruveiðuna í Føroyum í 2019, sigur Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur, sum savnar tøl saman um haruskjóting í Føroyum.

Til ber at skráseta sínar túrar á heimasíðuni, Haran.fo.

##med2##