Skjern Bank boðar frá einum góðum úrsliti fyri fyrra hálvár í ár.
Bankin kom inn á føroyska fíggjarmarknaðin av álvara, tá teir vóru sjarmuherferð í Føroyum stutt undan at Føroya Banki fór á børsin, men tá varð sagt, at hetta var púra av tilvild, at tað fall soleiðis út.
Samlaði umsetningurin er vaksin munandi hjá bankanum. Útlánini við heilum 33% upp í 37, milliardir, og innlánini 24% til 2,6 milliardir krónur. Hartil kemur ein øking í rentuinntøkunum upp á 12%. Hetta metir bankin vera meiri enn nøktandi, havandi í huga stóru kappingina, sum er á fíggjarøkinum.
Hálvársúrslitið vísir 45,2 milliónir í avlopi áðrenn skatt. Hetta er heldur minni enn sama tíðarskeið í fjør, tá avlopið áðrenn skatt var 48,5 milliardir. Tó er avlopið eftir skatt heldur betri í ár enn í fjør, 36,0 móti 34,9 milliardir krónir.
Samlaða handilsumfarið, sum er úrslitið av samanløgdu tølunum fyri útláni, innláni og trygdum, var eftir fyrra hálvár 7,9 milliardir, og tað er ein framgongd svarandi til 23%.
Kostnaðar- og provisiónsinntøkurnar eru framvegis høgar. Hetta kemst av stóra áhuganum hjá kundum bankans at handla á partabrævamarknaðinum. Handlarnir av partabrøvum eru vaksnir úr 30.000 fyrra hálvár í fjør upp í 44.000 handlar sama tíðarskeið í ár.