Klaksvík: Týsdagin fekk løgreglan í Klaksvík fráboðan um, at ein maður skjeyt skarv á Borðoyavík. Sambært Fuglaveiðulógini er henda veiðan bert loyvd í oktober og november mánaði, og tí er tað ólógligt í januar mánaði.
Løgreglan kom á staðið, og maðurin fær nú bót fyri brot á lógina, umframt tað at hann missir veiðuna.
Hann hevði skotið tríggjar skarvar.