– Tað skal vera lættari at seta føtur undir egið borð
Soleiðis byrjar Fólkaflokkurin eina fráboðan á Facebook, har flokkurin kunnger, at hann í næstum fer at leggja eitt uppskot fyri tingið.
Flokkurin skjýtur ítøkiliga upp, at tinglýsingaravgjaldið verður lækkað úr 1% niður 0,5%.
– Vit eru væl greið yvir, at hetta ikki er nógv í stóru myndini. Tó eru vit sannførd um, at hetta er eitt stig rætta vegin fyri at lætta um hjá føroyingum, ið keypa fastogn, skrivar flokkurin.
##med2##