Skjótt fær hand­ils­økið við Norð­skála alment wc

- Við lutfalsliga smáum tillagingum og uttan stórvegis meirkostnað fer tað nú at eydnast at fáa eitt alment wc við handilsøkið við Norðskála

 

Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá borgarum, vitjandi, handlum og fyritøkum, at eitt alment wc verður tøkt á handilsøkinum við Norðskála.

 

Nú arbeitt verður við at útbyggja og dagføra læknaviðtaluna er líkt til, at eitt alment wc kann knýtast uppí verkætlanina - uttan, at hetta fer at ávirka virksemið í læknaviðtaluni.

 

Í Sunda kommunu vísa tey á, at við lutfalsliga smáum tillagingum og uttan stórvegis meirkostnað fer tað at eydnast at fáa hetta leingi ynskta tilboðið á handilsøkið. 

 

- Vit gleða okkum til, at nýggja læknaviðtalan og almenna wc eftir ætlan verða klár at taka í nýtslu seinni í ár, siga tey í Sunda kommunu í dag.

 

Her verður lagt aftrat, at eitt slíkt alment wc, sum her er talan um, sjálvsagt eisini verið atkomiligt hjá fólki við rørslutarni.

 

##med2##

 

Her sæst, at gingið verður inn á almenna wc gjøgnum úthurðina vinstrumegin í gráa feltinum