Fyri fyrstu ferð í søguni hevur ein føroyskur løgmaður vitjað eitt skaðaøki í landinum, fyri persónliga at skoða skaðarnar Beint eftir døgurða í dag fór løgmaður saman við tveimum embætisfólkum til Skálavíkar, fyri við egnum eygum at skoða teir skaðarnar, sum ódnin seinasta hóskvøld forvoldi.
Hetta er fyrstu ferð, at ein løgmaður vitjar eitt vanlukkuøki í Føroyum bara við tí endamáli, at fáa eitt persónligt intrykk av skaðunum.
Hann helt, at tað var bæði rætt og rímiligt, at løgmaður vísti skálvíkingum virðing við at vitja á staðnum.
Løgmaður segði, at hann gamaní hevði sæð myndir í fjølmiðlunum og hoyrt og lisið um, hvussu ringur standurin var, men kortini var hann ovfarin av at síggja, hvussu umfatandi skaðarnir eru.
Hann kundi ikki lova skálvíkingum nakra fíggjarliga hjálp, men segði seg vilja fáa í lag ein dialog, samstundis sum hann fór at taka málið upp í samgonguni.
Lesið meiri og síggið fleiri myndir í Sosialinum, sum kemur út í morgin