Tað skuldi verða ein gleðisdagur, tá Göteborg-felagið, Örgryte aftur vann sær sætið í bestu svensku fótbóltsdeildini, tá teir í dysti í næstbestu svensku fótbóltsdeildini tóku ímóti Väsby. Men tá gamli FCK-spælarin, Markus Allbäck skoraði til 1-0 til Örgryte gekk galið. Ein rúgva av Örgryte-viðhaldsfólkum vóru stúgvaði saman, og tá tey í gleðisrúsi fegnaðust um 1-0 málið hjá Allbäck kláraði áskoðaraskýlið ikki alt trýstið, og tann eina girðingin hoyknaði, og 40 áskoðarar fóru sendandi oman á økið frammanfyri áskoðaraskýlið. Sjúkrabilar komu beinavegin á staðið, men tíbetur var bara neyðugt at flyta tann eina áskoðaran á sjúkrahús. Fleiri av hinum fingu minni skaðar og skursl, men tað var ikki mett at verða neyðugt, at hesi høvdu tørv at fara á sjúkrahús. Fleiri av áskoðarunum blivu fluttir frá áskoðaraskýlinum og til onnur øki kring vøllin. Ein tíma aftaná óhappið var mett, at trygdin var í lagi, og dysturin var blástur í gongd aftur.