Viðhaldsfólk hjá FCK gjørdu um seg í dystinum millum Brøndby og FCK, sum Brøndby vann 2-1 sunnudagin. Áskoðarar hjá FCK tendraðu neyðbluss, og teir tveittu hesi eftir áskoðarum hjá Brøndby. Ein áskoðari noyddist á Ríkissjúkrahúsið, tí hann hevði brent seg av einum neyðblussi. Eftir dystin mátti løgreglan leggja upp í, tá ið áskoðarar hjá feløgunum brustu saman.
LesarabrøvLesarabrøv