Áskoðarar lupu á buss

Italska felagði Roma hevur fingið vánaliga byrjan í nýggja kappingarárinum, og liðið hevur bert vunnið tvær ferðir í 9 dystum. Eftir 2-0 tapið ímóti Juventus leygarkvøldið, lupu áskoðarar hjá Roma á bussin hjá spælarunum. Kastað varð við myntum og øðrum, og fólk róptu ókvæmisorð eftir spælarunum. Roma liggur í botninum í italsku Seriu A, og nú er venjarin í vanda fyri at fáa sekkin.