Alex Ferguson hevur givið áskoðarafjøldini á Old Trafford av grovfíluni. Tá Manchester United leiktu sín heimadyst ímóti Birmingham City, tók Ferguson til orðana, at tað mest av øllum minti um eina jarðarferð. Og desibelmátingarnar á teimum ymsu leikvøllunum í Premier League geva Ferguson lutvíst rætt. Desibelmátingarnar á Old Trafford hava eitt meðal áljóðandi 117,5 desibel, sum er eitt sindur meir enn ein borimaskina, men eitt sindur minni enn eitt flogfar á einari landingarbreyt. Men Ferguson hevur rætt, at United-áskoðarafjøldin hevur nógv at læra av øðrum heimaáskoðarum.
Sunderland best
Hóast tað einki stendur til ítróttarliga hjá Sunderland, so er rómurin stórur á Stadium of Lights. Sunderland hevur eitt meðal áljóðandi 129,2 desibel. Hetta er á markinum til pínslu fyri menniskjaliga oyra. Av teimum fýra oddaliðunum er tað bara Chelsea, sum er í ovaru hálvu, tá tað kemur til desibil-mátingarnar. Liverpool-áskoðarnir kunnu tó reypa av, at eiga desibil-metið við ein einstakan dyst. Hetta hendi, tá John Arne Riise skoraði í 1. minutti av Liga-Cup finaluni á Millenium Leikvøllinum í Cardiff í 2005. Rómurin og gangurin av Liverpool-áskoðarunum náddi tá uppá 130,7 desibel, sum er heimsmet. Gamla metið áttu áskoðarnir hjá amerikanska fótbóltsliðnum, Denver Broncos. Tað metið var frá 2000. Kanningin hjá »118 – 118« vísti eisini, at áskoðarnir hjá Everton eru teir, sum syngja oftast!
Desibel-listin:
1. Sunderland 129,2
2. Tottenham 128,2
3. Manchester C 127,4
4. Aston Villa 126,5
5. Everton 126,1
6. Chelsea 125,8
7. Middlesbrough 125,4
8. Derby 124,7
9. Newcastle 124,5
10. West Ham 123,8
11. Birmingham 122,7
12. Arsenal 122,3
13. Portsmouth 120,9
14. Blackburn 119,5
15. Bolton 119,1
16. Liverpool 118,9
17. Manchester U 117,5
18. Wigan 116,8
19. Reading 116,2
20. Fulham 115,4