Skommin var teirra

Fótbóltur: ? Vit høvdu ikki krav upp á nakað og valdu ikki at gera nakað víðari við málið, sigur Torleif Sigurðsson um víðagitna málið hjá Kekkia á Svangaskarði. Nýtt kjak um Fair Play hevur tikið seg upp í Onglandi

Í fótbólti eru onglendingar kendir fyri at vera sera rættvísir á vøllinum, og sagt verður ofta, at tað er í Onglandi, at Fair Play trívist best.

Tí kom tað dátt við hjá mongum, at dysturin millum Arsenal og Sheffield United leygardagin skuldi fáa ein so óhepnan enda.

Sigursmálið hjá Arsenal minti ikki sørt um tað, kekkar fingu móti Føroyum í september í fjør, og avgjørt er nú, at nýggjur dystur skal spælast millum tey bæði ensku feløgini.

Hetta má sigast at vera rættiliga viðkomandi fyri føroyingar, sum hava verið úti fyri tí sama, men ikki fingu somu lagnu.

Torleif Sigurðsson er formaður í Fótbóltssambandi Føroya. Tá vit ringdu til hann mánadagin, hevði hann ikki hoyrt um hendingina í Onglandi, men hann minnist væl Kekkia-dystin.

? Vit høvdu ikki krav upp á nakað, og vit hildu ikki, at tað loysti seg at fara víðari við málinum. Skommin skuldi vera teirra, og harvið bleiv tað, sigur Torleif Sigurðsson.

? Nú bjóðaðu teir okkum ikki nýggjan dyst, og tað var neyvan nakar, sum heldur hevði roknað við tí. Vit hugsaðu sum so, at um hatta skuldi vera mátin at vinna uppá, kundi tað ikki vera nógv øðrvísi, tí soleiðis er, tá nógv stendur upp á spæl hjá teimum stóru liðunum, sigur FSF-formaðurin.

Hann sigur, at Fótbóltssambandið tosaði við eygleiðaran, sum var á staðnum, og at teir á honum skiltu, at mátin, Kekkia hevði vunnið uppá, fór at verða nevndur í frágreiðingini hjá honum, men so varð ikki.

? Hinvegin bleiv heldur einki gjørt við tað, sum hendi millum spælararnar aftan á dystin, so kanska hevur hann hildið, at tað gekk líka upp fyri báðar partar, sigur Torleif Sigurðsson.

? Tað var jú eisini hasin ólukku mjørkin, og eygleiðarin segði, at hann ikki sá hvat hendi, og so hendi ikki meir, hóast hann fekk eitt referat frá dómaranum.

Torleif Sigurðsson sigur, at teir í FSF ongantíð høvdu roknað við, at ein eygleiðarafrágreiðing fór at broyta nakað upp á sjálvt úrslitið av dystinum, men heldur, at tað var sera óheppið, at dysturin skuldi avgerast soleiðis.

? Høvdu tað verið t.d. Spania og Ongland, sum spældu, og ein tílík støða tók seg upp, hevði ágangurin uttanífrá ivaleyst verið væl størri, heldur Torleif Sigurðsson.