Daniel Pettersson skoraði 26 mál í sama dysti

Svenski leikarin hjá týska liðnum, Magdeburg, Daniel Pettersson skoraði ikki færri enn 26 ferðir móti avstralska liðnum, University of Queensland

Fyrr í dag møttust týska stórliðið, Magdeburg og avstralska liðið, University of Queensland í bólki C í HM fyri felagslið, eisini nevnt IHF Super Globe, ið verður leikt í Saudiarabia í hesum døgum. 

 

Magdeburg vann ein knúsandi 57-14 (28-7) sigur, men tað eigur eisini at vera ein munur millum Champions League vinnararnar í Evropa og einum liði úr einum menningarlandi, tá um hondbólt ræður.

 

Tað sum tó fangar eyguni hjá hondbóltshugaðum fólki er avrikið hjá svenska leikaranum hjá Magdeburg, Daniel Pettersson skoraði heili 26 mál upp á 27 málroyndir. Tað er óhoyrt í einum endaspæli í vaksnamannahondbólti.

 

Talan er um somu kapping sum liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin kappast í.

 

Füchse Berlin, Magdeburg, Kielce og Barcelona hava vunnið seg í hálvfinalurnar í IHF Super Globe. Talan verður sostatt um reinar evropeiskar hálvfinalur.

 

Leygardagin spælir Füchse Berlin móti Barcelona, og Magdeburg spælir móti Kielce.