Skotar ræðast føroyingar

Fótbóltur: Skotar vilja hava føroyingar at tapa móti Spania

FÓTBÓLTUR: »Veist tú av, at tú og liðfelagarnir hjá tær eru teir einastu, sum kunnu gera, at Skotland ikki kvalifiserar seg til HM endaspælið leygardagin.«

Tað var spurningurin, sum ein skotskur tíðindamaður hevði í telefonini mikudagin, beint áðrenn Jens Martin Knudsen fór úr Gøtu og til Gijón.

­ Eg mátti siga sum er, at tað visti eg einki sum helst um, so hann greiddi mær frá hesum, greiðir Jens Martin Knudsen frá.

Tað, sum hetta snýr seg um, er, at Spania hevur longu kvalifiserað seg til HM endaspælið. Um teir fáa stig ímóti Føroyum, so hava teir vunnið bólkin, men um tað skuldi hent, at Føroyar vinna á Spania, og Jugoslavia samstundis vinnur á Malta í morgin, so vinnur Jugoslavia bólkin, og so enda bæði Jugoslavia og Spania í Fraklandi komandi summar. Jugoslavia sum bólkavinnari og Spania sum besti av teimum níggju næstbestu liðunum.

Og tað er hetta síðsta, sum skotar kvíga eitt sindur fyri. Tí um Spania vinnur bólk átta, so verður Skotland besti tveyarin og harvið eiga teir beinleiðis atgongd til HM endaspælið.

Jens Martin Knudsen kundi sjálvsagt ikki veita skotanum í telefonini nakra vissu fyri, at Skotland fer at kvalifisera seg í morgin, men hann segði honum, at hann fer at gera alt tað, sum stendur í hansara makt fyri at verja fyri sponskum málum, og skuldi tað eydnast honum at halda tætt, og onkur av liðfeløgunum fer at skora hjá Zubizaretta, so hava føroyski málverjin og hansara liðfelagar syrgt fyri, at Skotland skal í harða kapping við eitt annað land í Europa um eitt pláss í Fraklandi!

Skotski landsliðsvenjari Craig Brown segði í gjár við BBC, at hann hevur givið spælarum sínum forboð fyri at tosa um, at teir ætla at lata seg heiðra eftir dystin móti Estlandi.

Orsøkin er, at skotski landsliðsvenjarin ikki vil hava spælararnar at gera ov nógv av, fyrr enn teir hava vunnið á Estlandi og Spania á Føroyum.