Hóast teir eru á odda í bólki B, ætla skotar ikki at selja skinnið, fyrrenn bjørnin er skotin og kappingin er liðug. ? Hóast vit hava vunnið á Fraklandi eru fleiri dystir eftir enn at leika, sigur liðskipari teirra James McFadden.
- At vinna á Parc des Princes í París var ein av størstu løtunum í mínum fótbóltslívi. Eg gjørdi mál móti Litauen og sigursmálið móti Fraklandi, tað var sjálvandi ótrúligt.
- Men vit mugu ikki missa okkum burtur nú, tí fleiri týdningarmiklir dystir eru fyri framman. Arbeiðið er ikki hálvliðugt enn, sigur McFadden, og leggur aftrat:
- Vit hava trúð uppá tað alla tíðina, og sigurin á Fraklandi vísir, at vit framvegis hava alla orsøk at halda tað.