Glasgow: Einki er at ivast í, hvør leikarin er, sum skotar hava mest virðing fyri. Við teimum báðum føroysku málunum í javnleikinum móti Skotlandi á Svangaskarði var John Petersen maðurin, sum tók alt Skotland á bóli. Og at minnið um hetta framvegis er sjónligt, var sjón fyri søgn, tá føroyska liðið mikukvølidð lendi í Glasgow.
- Jú, har vóru heilt nógv tíðindafólk, sum vildu hava at vita, hvørt eg ætlaði at endurtaka hetta. Onkur tók enntá til, at eg var maðurin, sum skotar óttast, men eg svaraði bara aftur, at teir skuldu óttast. Ikki bara meg, men øllum liðnum, tí vit ætlaðu at fáa okkurt við okkum, segði John Petersen flennandi, tá vit hósdagin fingu orðið á hann.
Og tað er einki at ivast í, at vónirnar eru góðar hjá John.
- Skotarnir eru í øllum førum kroystir. Eg vil ikki siga, at teir ræðast okkum, men teir bera í øllum førum ótta fyri, at úrslitið ikki verður nóg gott. Teir minnast jú dystin á Svangaskarði, og hesa ferð eru teir kroystir at vinna. Gera teir ikki tað, so eru teir úti av kappingini. Tað kann geva okkum ein fyrimun, men nú fáa vit at síggja, segði ein máltystur John Petersen at enda.