Orka
Rógvi Nybo
Nú líður væl við vatnorkuútbyggingini hjá SEV omanfyri Norðskála. Í gjáranáttina varð síðsta skotið latið av í Eiði 2 Norðurverkætlanini hjá SEV, og er nýggi vatnsavningartunnilin, ið røkkur suður um Stórá, nú knýttur í tunnilin, ið gongur frá Eiðisvatni til Norðskála.
Hetta boðar SEV frá á heimasíðu sínari.
Tunlarnir møtast einar 200 metrar norðanfyri rundkoyringina á landsvegnum niðan til Norðskálatunnilin.
Við nýggja tunlinum, ið er 2,6 kilometrar langur, er samlaða longdin á vatntunnlinum níggju kilojmetrar, men tá Eiði 2 Suður er liðugt, verður tunnilin 17,4 kilometrar langur. Tað arbeiðið byrjar í vár, og snýr seg um at leinga tunnilin 8,4 kilometrar suður móti Selatrað.
Arbeiðið við Eiði 2 Norður verður væntanti liðugt um ein mánað ella so, og samlaði byggikostaðurin fyri Eiði 2 Norður er um 66 milliónir krónur.
Nógv orka í tunnlunum
Eiði 2 verkætlanin er liður í strembanini hjá SEV at økja um framleiðslupartin av varandi orku.
Norðari partur av ætlanini gevur 4,5 milliónir kWh aftrat av vatnorku, og tá sunnari partur er liðugur í 2013, kunnu út við 12 milliónir kWh leggjast omaná aftrat av grønari orku.
Samanlagt fer hetta sostatt at økja vatnorkuframleiðsluna við 16 milliónum kWh ella umleið 17 prosentum.
Í 2008 stavaðu 40 prosent av elframleiðsluni frá varandi orkukeldum – 35 prosent frá vatnorkuverkunum og 5 prosent frá vindmyllum.