Skotið hjá Róaldi var væl umhugsað

Róaldur Jakobsen tryggjaði í kvøld føroyska U21-landsliðnum eitt stig ímóti Danmark, tá ið hann stutt fyri leiklok javnaði til 1-1 við einum fløtum skoti av brotsteigarmarkinum.

 

- Eg hugsaði, at vinkulin, sum Rógvi legði hann av til mín við, var beinur, og allir vardu Rógva og takklaðu frá somu síðu, so eg ætlaði mær at leggja bóltin undir teir, sigur Róaldur.

 

Hann heldur, at føroyski taktikkurin royndist væl.

 

- Ja, vit royndu at yvirraska teir við at trýsta teir eina løtu til vit ikki orkaðu meira. Tað orkaðu vit í einar 10 minuttir og vit fingu nakrar góðar møguleikar umvegis vengurnar, sigur hann og heldur fram:

 

- Men vit vóru vekk í einar 70 minuttir áðrenn vit aftur trýstu seinastu 10 minuttirnar.

 

EM-undankappingin er nú av og hann lítir aftur á átta dystir, sum kastaðu trý stig av sær.

 

- Tað hevur verið fínasta slag.Seinast fingu vit heili 11 stig, hesaferð bara trý. Mótstøðan var betri hesaferð og vit manglaðu hepni. Um vit hugsa um hini landsliðini hjá okkum, so klára vit okkum kanska

best og spæla nakrar góðar dystir, sigur Róaldur Jakobsen at enda.