Skotin í búkin við harpun

Maðurin liggur á landssjúkrahúsinum. Tann sum skeyt er skuldsettur fyri grovan harðskap og er fongslaður í 14 dagar

Týskvøldið fór ein ógvuslig hending fram í Klaksvík sum førdi við sær, at ein maður nú liggur á Landssjúkrahúsinum og ein annar situr í fongsli.

Tveir mans komu til ilnar og tað endaði við, at annar maðurin skeyt hin í búkin við eini harpun av tí slagnnum, sum froskmenn plaga at skjóta fisk við.

Maðurin, sum varð skotin, kom undir læknahond beinanvegin - og hin varð handtikin.

Hendingin fór fram um átta tíðina týskvøldið.

Ein maður var farin at vitja ein annan í einum húsum í Klaksvík.

Men gesturin var ikki vælkomin inn - og tað fekk hann at vita frá tí, sum búði har.

Síðani er tað eitt sindur ógreitt, hvat er hent.

Men í stuttum kann sigast, at menninir báðir komu til ilnar.

Og tað endaði við, at maðurin, sum búði í húsunum, tók eina harpun og skeyt hin í búkin.

Maðurin varð raktur mitt í búkin og fekk eitt djúpt sár.

Tíbetur kom hann skjótt undir læknahond.

Hann varð lagdur undir skurð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Eftir skurðviðgerðina varð hann fluttur suður á Landssjúkrahúsið, har hann nú liggur.

Løgreglan í Klaksvík sigur, at hann er ikki í lívsvanda.

Men hevur fingið skaða á magan, tarmarnar og landrásin var av.


Handtikin

Politiið hevur tikið mannin sum skeyt og hann var í grundlógaravhoyring í gjáramorgunin við kravi um fongsling.

Hesum eftirlíkaði dómarin og gjørdi, at maðurin skuldi fongslast í 14 dagar fyribils, ímeðan løgreglan kannar málið.

Maðurin kærdi avgerðina fyri landsrættinum.Løgreglan sigur, at teir enn vita ov lítið um málið til at teir kunnu siga akkurát, hvat hendi, um talan var um eitt óhapp, ella um maðurin skeyt við vilja, ella hvat tað var, sum fekk hann til at fremja eina so álvarsliga gerð.

Men táið greiða er fingin á hendingini, verður ákærurit skrivað og maðurin kemur fyri rættin.