Skotin við 9 x 17

Fýrbeinti skapningurin liggur eina løtu og spraklar, hyggur eftir eigara sínum, áðrenn svarta rørið verður sett at nakkanum. Síðani ljóðar skotið og brotpartar av einum sekundi seinni, er enn eitt seyðalív farið framvið.

Vit føroyingar hava eina langa og drúgva siðvenju, tá tað kemur til seyðahald. Í fleiri hundrað ár hava vit hildið, dripið og etið seyð, og fyri flestu okkara er tað krás fyri góman, tá vit kunnu seta tenninar í úrslitið av seyðahaldinum, líkamikið um hetta er gjørt sum skerpikjøt, ræst kjøt, blóðpylsa ella okkurt heilt fjórða.

Eitt, sum ofta er ført fram seinastu árini, er, at nýggja ættarliðið ikki hevur sama áhuga í handfaringini av seyði, og at hesin siðaarvur tískil er við at detta niðurfyri.

Har umframt tykist tað ofta vera ein trupulleiki, at vit føroyingar ikki av álvara vilja viðurkenna, hvussu nær við náttúruna vit liva. Tá seyður verður dripin, er ofta vanligt at børn verða hildin burtur frá, við tað at fólk kanska eru bangin fyri, at tey taka skaða av at síggja hetta.

Eg dugi ikki við mínum besta vilja at síggja, at børnini skulu taka skaða av júst hesari hendingini, ímeðan tey heldur enn gjarna sleppa at síggja, hvussu innvølur, hjørtu og livur verða drigin úr deyða kroppinum. Onkur vil kanska vera við, at tað er ikki gott hjá teimum at síggja alt hetta blóðið, men eftir mínum tykki er umráðandi at tey læra hetta, fyri á tann hátt at fáa eina náttúrliga nærveru við henda part av mentan okkara.

Fyri at hyggja nærri eftir, hvussu alt hetta við seyðahaldi og slakti gongur fyri seg, hevur Yngd verið ein túr úti í Havnardali, har vit hava verið hjástødd, tá Poul Müller, bóndi, hevur flett nakrar av sínum seyðum.


Frá grannskoðara til bónda

Poul hevur seinastu árini rikið bóndagarðin í Havnardali. Áðrenn hetta hevur hann tó fingist við ymiskt annað, ímeðan pápi hansara hevur tikist við garðin. Eina tíð var hann í starvi hjá Sparikassanum, og eftir hetta starvaðist hann nøkur ár sum grannskoðari. Í 1995 fór hann so á landbúnaðarskúla, har hann legði seinastu hond á fyrireikingarnar til yvirtøkuna av festinum.

Summi vilja ivaleyst halda, at tað ljóðar eitt sindur løgi, at hava starvast sum bankamaður og grannskoðari, áðrenn ein fer í holt við at bóndast, men Poul metir tó, at hann við hesum hevur fingið nógvar virðismiklar royndir, sum hann í dag kann nýta í bóndastarvinum.


Skal hava fleiri seyðir

Á hagapartinum, sum hoyrir til festið, hava í ár gingið umleið 80 áseyðir. Poul sigur at hann arbeiðir við at hækka hetta talið, av teirri einfaldu orsøk, at eftir hansara tykki kann hagin bera væl meira enn hetta tal.

Nakað av fyrireikingum skulu tó gerast í hesum sambandi. Seyðurin skal hava ein betri undirhaga at ganga á, tá veður og gróður ikki eru av tí besta. Fyri at bøta um hetta hevur Poul roynt at taða ymsastaðni í haganum, soleiðis at meira gróður fæst í lendi. Harumframt hevur hann bygt eitt seyðahús nær við bóndagarðin, har seyðurin altíð kann sleppa inn. Sostatt kann seyðurin fóðrast í seyðahúsinum, sum á henda hátt virkar sum eitt slag av undirhaga.

Trupulleikin av ov lítlum undirhaga stavar frá, at festi hevur mist stóran part av tí lendi, sum fyrr varð nýtt sum undirhagi, við tað at rættuliga nógv av tí, sum er útstykkja yviri á Argjum, hoyrdi til festi fyri nøkrum árum síðani.

Sjálvandi eru nakrir seyðir, sum finna út av, at teimum ikki nýtist at stríðast fyri føðina, men hetta metir Poul tó ikki vera nakran trupulleika.


Nýta hundar

Tá fjøllini verða gingin, fara Poul og hjálparmenn hansara at reka. Í ár vóru teir 6 í tali, umframt at teir høvdu 4 seyðahundar hjá sær. Hundarnir eru av bordercollie slagnum, og ikki kann sigast annað enn, at tað var sera stuttligt at síggja, hvussu væl hundarnir vóru nýttir undir sjálvum rakstrinum.

Fyri ein havnarmann, sum satt at siga ongantíð hevur verið við til tílíkt fyrr, var tað sera hugtakandi at síggja, hvussu væl hundarnir aktaðu eigara sín. Bert nøkur bríksl og eitt sindur av veipan við ørmunum vóru nóg mikið. So spelaði hundurin avstað, og rak seyðin júst har, sum eigarin vildi hava hann.

So hvørt sum tíðin leið, komu fleiri og fleiri smærri seyðafylgji í eygsjón. Stútt legist afturat, og eftir at ein tíð var liðin, var allur seyðurin rikin oman móti seyðahúsinum, sum í hesum føri eisini verður nýtt sum ein rætt.

Síðani varð alt fylgi rikið oman í húsið, og eisin her syrgdu hundarnir fyri, at eingin kundi snúgva sær undan.

Eitt felag er í Føroyum fyri seyðahundaeigarar, og skipa limirnir í hesum felag fyri venjing og kappingum. Poul er tó ikki limur í hesum felag, men tekur sær sjálvur av venjingini. Hetta er gjørligt hja honum, við tað at hundurin so at siga er eitt amboð í gerandisdegnum hjá honum. Hundurin er alla tíðina hjá Poul, og á henda hátt verður venjingin alla tíðina hildin við líka, við tað at hann hvønn dag fær nakrar ordrar, sum hann so skal læra at akta.


3 av 100 eru veðrar

Besti seyðirnir verða ikki dripnir, við tað at hesir verða settir út til komandi ár. Poul visti ikki við vissu, hvussu nógvan áseyð hann fór at hava komandi ár, men roknaði við at talið fer at liggja um einar 100.

Av hesum eru 3 veðrar, sum so hava til uppgávu at brunda allar ærnar. Fyri at tryggja sær, at alt verður brundað, verður seyðurin fyrst hildin á einum avmarkaðum øki, áðrenn hann á várið verður sleptur niðan í hagan.

Harumframt verða teir allarbesti seyðirnir tiknir við á seyðasýning. Seyðasýningin verður skipað av bóndum í Suðurstreymi, sum á henda hátt kunnu hittast og fáa sær eitt prát um seyðahaldið. Poul dylir ikki fyri, at hann er sera glaður um seyðaframsýningina, og metir hann at allir bóndirnir fáa sera nógva vitan frá hvørjum øðrum á henda hátt. Harumframt er tað sjálvsagt altíð gott, at bóndin á seyðasýningini so at siga fær eina eftirmeting av starvi sínum.

Seyðirnir verða sýnaðir av uttanveltaðum sýnsmonnum, og verða seyðirnir flokkaðir í 4 bólkar, alt eftir hvussu væl teir eru fyri. Besti flokkurin verður nevndur úrvalsseyður, og verður ferðasteyp latið til besta seyðin í hesum flokki.

Harumframt er talan sjálvandi eisini um eina sera hugnaliga løtu, sum endar við at allir fara inn til vertin at fáa sær ein góðan bita at eta, umframt at leska sær góman. Bóndirnir í Suðurstreymi skiftast um at standa fyri seyðaframsýningini.


Flettir sjálvur

Flettingina avgreiðir Poul fyri ein part sjálvur. Sjálvsagt er tó onkuntíð brúk fyri hjálp, og her má sigast, at Poul fær góða hjálp frá familjuni, við tað at tað ongantíð stendur á hjá pápanum ella beiggjunum at rætta ein hjálpandi hond, um tørvur er á hesum.

Henda dagin vit vóru á garðinum, var Poul tó einsamallur, men tað sá ikki út til, at hetta nervaði hann á nakran hátt.

Eftir at lívið varð tikið av seyðinum, gekk tað skjótt fyri seg, og eftir eini stuttari løtu varð seyðurin latin úr skinninum, avroðini løgd fyri seg, og kroppurin hongdur upp. Hvør skal hava henda júst henda seyðin sigur søgan tó einki um.

Spurdur um hann ikki hevur hugsað um at lata sláturvirkið hjá MBM taka sær av flettingini, sigur Poul, at tað hevur hann ikki.

Hann heldur tó, at sláturvirkið er sera gott at hava, við tað at tú á henda hátt altíð hevur onkran at heita á. Í framtíðini kundi Poul eisini hugsað sær, at hann sjálvur fekk skipað flettingina á sama hátt, sum teir gera á MBM, soleiðis at flettingin fór fram sum eitt slag av samlibandsframleiðslu. Á henda hátt hevði borið til at gjørt flettingararbeiði nógv meira effektivt, men hetta krevur sjálvandi nakað av umbyggjan áðrenn tað kann gerast aktuelt.


Eingin millión í hesum

Fletting og seyðahald er tó ikki nakað, sum ein gerst ríkur av sigur Poul at enda. Tað liggur nógv hart arbeiði aftan fyri blóð- og rullupylsurnar, tá hesar verða settar á borðið, og umroknað til tímaløn skal ikki roknast við, at talan er um upphæddir, sum liggja omanfyri tað minstamark, sum annars er ásett á arbeiðsmarknaðinum.

Raksturin av festinum byggir í størstan mun á neytahaldið, og hevur Poul 26 mjólkineyt standandi í fjósinum. Seyðahaldið er meira eitt ískoyti til vanliga raksturin, men hinvegin telur hvønn króna jú við í dagliga stríðnum, har tað ræður um at fáa endarnar at røkka saman.