Tann bretska olympiska nevndin hevur verið í teimum bretsku miðlunum, og sagt, at eitt felags bretskt fótbóltslandslið fer at taka lut á olympisku summarleikunum í London komandi summar. Bretska olympiska nevndin boðaði frá, at talan varð um eina søguliga semju. Men tey smærru londini í bretska kongaríkinum vilja ikki kennast við, at tey hava gjørt nakra slíka semju.
Fótbóltssambondini í Skotlandi, Wales og Norðurírland vísa hesum sterkt aftur. Skotland, Wales, Norðurírland og Føroyar eru einastu limalondini í UEFA, sum ikki eru suverenir statir, men hava kortini vunnið sær søgulig rættindi at taka lut í kappingum hjá UEFA. Í framtíðini sleppur kortini einki land at gerast limur í UEFA, uttan at hetta landið er ein suverenur statur.
Í einari felags fráboðan boða fótbóltssambondini hjá Skotlandi, Wales og Norðurírlandi, SFA, WFA og IFA frá, at tey við ein munn siga kortanei til eitt felags bretskt landslið, sum skal umboða Stórabretland til olympisku summarleikirnar í London.
Òttin hjá Skotlandi, Wales og Norðurírlandi er væl grundaður. Tey óttast øll at missa rættin, sum sjálvstøðugar fótbóltstjóðir, og eiga allir fótbóltshugaðir føroyingar at senda skotum, walisum og norðurírum ein vakran tanka, at tey halda fast við sín samleika, sum gamlar fótbóltstjóðir. Tí koma Skotland, Wales og Norðurírland í trupuleikar, so eru vit eisini í vanda, sum fótbóltstjóð.
Forsetin í tí walisiska fótbóltssambandinum, Phil Pritchard er sera bersøgin: - Enska fótbóltssambandið skal als ikki úttala seg vegna okkum. FA umboðar ikki Wales, Skotland og Norðurírland, slær Phil Pritchard fast yvirfyri BBC.
Bretska olympiska nevndin veittrar annars við einum lyfti frá stjórnini í altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA um, at felags bretskt fótbóltslandslið fer ikki at niðurleggja rættin hjá Skotlandi, Wales og Norðurírlandi, sum sjálvstøðugar fótbóltstjóðir. Men hetta tykist ikki verða nóg mikið hjá skotum, walisarum og norðurírum, sum óttast eitt fordømi við einum felags bretskum fótbóltslandsliði, sum kann fáa størri avleiðingar við sær.
Skotsku og walisisku fótbóltssambondini eru millum heimsins elstu fótbóltssambond. Írland hevði eitt felags fótbóltssamband fram til 1922, tá Írland og Norðurírland gjørdust tvær ymiskar fótbóltstjóðir. Skotska fótbóltssambandið varð stovnað í 1873, og gjørdist limur í FIFA í 1910. Waliska fótbóltssambandið varð stovnað í 1876, og gjørdist eisini limur í FIFA í 1910. IFA varð stovnað í 1880, og gjørdist limur í FIFA í 1911. Síðani 1922 hevur IFA verið fótbóltssambandið hjá Norðurírlandi.
Seinast eitt felags bretskt fótbóltslandslið kappaðist á teimum olympisku summarleikunum, varð á summarleikunum í Rom í 1960.